Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 4
372 ingsins egna vali kann tað skrivliga ummælið og/- ella eitt talmet fyri ta kravdu verkætlanaruppgávuna verða sett á fráfaringarskjalið. Ein møgulig meting av tí friu, sjálvvaldu uppgávuni kann somuleiðis verða sett á fráfaringarskjalið. § 16. Við endan av 7. skúlaári verður eftirmeting gjørd av úrtøku næminganna. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð innihaldið og vavið av eftirmetin- gini. Stk. 2. Tá ið undirvísingin í 9. flokki endar, verður fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesum lærugreinum: krismikunnleika, føroyskum, donskum, enskum, týskum, støddfrøði og alis-/evnafrøði. Stk. 3. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, verður víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesum læru- greinum: føroyskum, donskum. enskum, týskum, støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Stk. 4. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, kunnu næmingamir í staðin fyri at fara til víðkaðu fráfa- ringarroynd eftir 3. stk., fara til fráfaringarroynd eft- ir 2. stk. Stk. 5. I lærugreinunum søgu/samtíð, landalæru, lív- frøði, latíni, handarbeiði, smíði og heimkunnleika verður fráfaringarroynd fólkaskúlans, tá ið undirvís- ingin endar. Stk. 6. Um so er, at næmingur heilt ella lutvíst hev- ur fylgt undirvísingini í eini lærugrein á øðrum und- irvísingarstovni ella gjøgnum frítíðarundirvísing samsvarandi krøvunum til fráfaringarroyndir fólka- skúlans, so kann ein tílíkur næmingur skriva seg inn til fráfaringarroynd í viðkomandi lærugrein. Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann gera av, at eingin roynd verður í ávísum lærugreinum og/ella læru- greinapørtum hvørt royndarskeiðið. Síðsta støðumet í viðkomandi lærugreinum/lærugreinarpørtum telur tá sum royndarmet. Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann gera av, at fráfar- ingarroynd kann vera í øðrum enn teimum lærugre- inum, sum nevndar eru í 2. - 5. stk. Stk. 9. Landsstýrismaðurin setur tær skrivligu upp- gávumar til royndimar. Hinar uppgávumar setur lærarin ella próvdómarin eftir reglum, sum lands- stýrismaðurin ásetur. Stk. 10. Næmingurin tekur í samráð við foreldrini, smb. § 65, og skúlan avgerð um at skriva seg inn til royndimar. § 17. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um royndar- krøvini í teimum einstøku læru-greinunum, um innskriving til royndimar, royndarhald, meting, próvtalsgeving og um, hvussu fráfaringarskjølini skulu vera. Stk. 2. Skúli kann gera frávik frá royndar-reglunum fyri næmingar við serligum tørvi og fyri fremman- damæltar næmingar. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur hesum viðvíkjandi. § 18. Skúlaárið byrjar 1. august. Landsstýrismaður- in ásetur árliga talið á skúladøgum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar tað árliga talið á frídøgum og frítíðum, og nær summarfrítíðin byijar. Stk. 3. Dagliga undirvísingartíð næminga má í mesta lagi vera: 1) í forskúlaflokki, 1. og 2. floksstigi 5 tímar 2) í 3. og 4. floksstigi 6 tímar 3) í 5., 6. og 7. floksstigi 7 tímar 4) í 8., 9. og 10. flokki 8 tímar. Stk. 4. Undirvísingartíð næminga verður roknað í undirvísingartímum, og er 1 tími 45 minuttir. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri víkja frá ásetingunum í 3. stk., eins og honum er heimilað í hvørjum einstøkum føri at áseta viku- tímatal næminganna í forskúlaflokkinum. Stk. 6. Við atliti at luttøku næminganna í seturs- skúla, starvspraktikk ella tflíkum kann vanliga ski- panin av undirvísingini í einum flokki verða steðgað fyribils eitt tímatal, ið svarar til í mesta lagi 10 skúl- adagar árliga í 1. - 7 skúlaári, 20 skúladagar í 8. flokki, 30 skúladagar í 9. flokki og í 10. flokki so nógv, sum neyðugt er sambært § 9, 3. stk. § 19.1 ársbýttum skúla eigur vikutímatal næmingan- na tey 7 fyrstu skúlaárini at vera í minsta lagi 182 undirvrsingartímar og 238, um skúlin harumframt hevur 8. og 9. flokk. Stk. 2. Undirvísingartímatal næminganna um vikuna í hvørjum flokki eigur í minsta lagi at vera: 1) í 1. flokki 18 tímar 2) í 2. flokki 20 tímar 3) í 3. flokki 24 tímar 4) í 4. flokki 28 tímar 5) í 5. flokki 30 tímar 6) í 6. flokki 31 tímar 7) í 7. flokki 31 tímar 8) í 8. flokki 28 tímar 9) í 9. flokki 28 tímar. Stk. 3. I 10. flokki er undirvísingartímatal næmin- ganna um vikuna í minsta lagi 28 tímar. Stk. 4. Loyvt kann vera ársbýttum skúlum at flyta í mesta lagi 2 undirvísingartímar millum flokkar. Tað í 1. stk. nevnda tímalágmark eigur tó ikki at verða broytt av hesi orsøk. Stk. 5. I skúlum, sum ikki eru ársbýttir, og sum kunnu hava næmingar fyrstu 7 skúlaárini, eigur vikutímatal næminganna í tí einstaka skúlanum at verða lagað eftir næmingatali og aldursbýti næm- inga, og skal tað í minsta lagi vera: 1) í 1-flokkaðum skúla 15 tímar 2) í 2-flokkaðum skúla 40 tímar 3) í 3-flokkaðum skúla 70 tímar 4) í 4-flokkaðum skúla 100 tímar 5) í 5-flokkaðum skúla 120 tímar 6) í 6-flokkaðum skúla 145 tímar. Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur eftir nærri reglum vikutímatal skúlanna og kann í serstøkum føri víkja frá ásetingunum í 1. - 5. stk. Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann loyva, at skylduga

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.