Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Side 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Side 5
373 undirvísingin verður savnað í einum parti av skúlaárinum. Stk. 8. Landsstýrismaðurin ger reglur um tíma- og lærugreinabýti. § 20. Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið tey 7 fyrstu skúlaárini vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum. § 21. Ráðleggingin av undirvísingini, herímillum valið av undirvísingar- og arbeiðsformum, háttum, undirvísingar-miðlum og evnum, skal megna tað, sum ásett er í endamálsgrein fólkaskúlans, og vera lagað til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næmingin- um. Stk. 2. Tað áliggur leiðslu skúlans at tryggja, at flokslærarin og aðrir lærarar floksins ráðleggja og fyrireika undirvísingina, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar. Stk. 3. í royndarlærugreinunum, smb. § 16, skal undirvísingarinnihaldið vera fyriskipað soleiðis, at royndarkrøvini í tí einstøku lærugreinini skulu vera nádd. Stk. 4. Á hvørjum floksstigi og í hvørji lærugrein samarbeiða lærarar og næmingur javnan um at áseta tey mál, roynt verður at náa. Arbeiði næmingsins verður lagt til rættis við atliti at hesum málum. Áse- tingin av arbeiðsformum, -háttum og evnisvali skal í mestan mun fara fram í samstarvi millum læraramar og næmingamar. Stk. 5. Til hvønn flokk verður settur ein flokslærari at loysa serstakar uppgávur flokkinum viðvíkjandi. Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um flokslærarans uppgávur. § 22. Til hvønn skúla verður gjørd ein undirvísinga- rætlan, ið skal hava hesar ásetingar: 1. Skipan av undirvísingini hvørt skúlaárið, smb. §§5-9, 19 og 21, herímillum tímatalið í teimum einstøku læmgreinunum, møguligan tvørgreinalestur og skipan av skúlagongdini teir ymsu vikudagar- nar (tímabýtisætlan). 2. Innihaldið av undirvísingini í einstøku læm- greinunum, tvørgreinalestri og evnum, tilskilað við høvuðskunnleika- og fímisøkjum (læriætlan). 3. Undirvísing eftir § 4, 3. - 7. stk. 4. Frítíðarætlan. § 23. Teir undirvísingarmiðlar, ið neyðugir em, skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu. Hetta er tó ikki galdandi fyri tól og útbúnað, ið nýtt verða til undirvísing í frítíðini eftir § 4, 6. stk., og sum næmingamir taka heim til egna nýtslu. Landsstýris- maðurin ásetur í kunngerð vavið av undirvísingarm- iðlum eftir 1. pkt. Stk. 2. f hvørjum skúla smb. § 30, 1. stk. verður skipað eitt skúlabókasavn sum námsfrøðiligur tænastudepil. Skúlabóka-savnið er partur av virk- semi skúlans og galdandi bókasavnsskipan. í skúla- bóka-savninum skulu vera til taks undir-vísingar- miðlar til undirvísingina í skúlanum, herímillum eis- ini frílesibøkur. Skúlabókasavnið skal leiðbeina næmingamar um tilfarsnýtslu. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um endamál og virki skúlabókasavnsins. Stk. 4. Landsmiðstøðin verður skipað eftir greinilig- ari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. § 24. Sett verður á stovn ein skúlavegleiðaraskipan at ráðgeva og leiðbeina næmingamar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um skúlavegleiðaraskipanina. § 25. Landsstýrismaðurin ger eina menningarætlan fyri allan fólkaskúlan og kann fyrireika royndar- og menningartiltøk, sum kunnu standa tí einstaka skúl- anum í boði at royna, smb. § 58, 1. stk. Stk. 2. Landstýrismaðurin kann geva tí einstaka skúlanum fíggjarligan og ráðgevingarligan stuðul eftir 1. stk. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá skúlastýrinum víkja frá reglunum í 2. kapitli í tí vavi, neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi og námsfføðiligt menningararbeiði. Kapittul 3 Skipanin av skúlaverkinum § 26. Kommunustýrið hevur, um foreldrini, smb. § 65, ynskja, at børn teirra verða skrivað inn í fólka- skúlan, skyldu at skipa so fyri, at øll hesi bøm, sum búgva í øki skúlamyndugleikans, fáa undirvísing í hesum sama øki tey 7 fyrstu skúlaárini, smb. tó § 31. Skúlamyndugleikin á staðnum hevur somuleiðis skyldu at skipa so fyri, at bømum og ungfólki undir 18 ár, sum búgva í øki skúlamyndugleikans, verður tryggjaður undirvísingarmøguleiki í 8., 9. og 10. flokki, og at teimum kann verða veitt semámsfrøði- lig hjálp, smb. § 4, 3. og 4. stk. Stk. 2. 9 ára undirvísingarskylda heimilar ikki í sjál- vum sær skúlamynđugleikanum á staðnum at broyta verandi skipan av skúlaverkinum. Stk. 3. Avgerð um undirvísing av næmingum í 8., 9. og 10. skúlaári tekur landsstýrismaðurin í hvørjum einstøkum føri. Stk. 4. Næmingar, sum í skúlaárinum flyta úr øki skúlamyndugleikans, ella sum fylla 18 ár, hava rætt at halda fram skúlagongdina í sama øki, tað ið eftir er av skúlaárinum. Stk. 5. Skúlamyndugleikamir á staðnum kunnu í ser- støkum føri loyva, at ásetingamar í 1. og 4. stk. eisi- ni em galdandi fyri næmingar, ið em eldri enn 18 ár. § 27. Eftir sáttmála kommuna millum kann verða víst næmingum á undirvísing í skúla hjá aðrari kom- munu ella í privatar skúlar.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.