Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Síða 6
374
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna teir sátt-
málar, sum nevndir eru í 1. stk.
Stk. 3. Tilvísing til skúla hjá øðrum skúlamyndug-
leika kann vanliga bert fata um næmingar, sum eru í
4. skúlaári og eldri, og næmingar, sum skulu verða
undirvístir í serflokkum og serskúlum, og um teir
næmingar, sum búgva í útryðjunum í umdømi skúla-
myndugleikanna á staðnum, har høgligari er at
ganga í skúla í eini grannakommunu.
Stk. 4. Tilvísing til privatar skúlar kann bert verða
gjørd við samtykki foreldra, smb. § 65.
StL 5. Bert í serstøkum føri kann verða víst bømum
í undirvísingarskyldugum aldri, sum búgva á plás-
sum, har skúli er, tá ið henda lóg kemur í gildi, á
undirvísing í øðmm skúlaumdømi, um tað ber við
sær, at tey verða noydd at flyta heimanífrá.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann skipa serundirvís-
ing fyri bæði undirvísingarskyldug og ikki undirvís-
ingarskyldug bøm og ung undir 18 ár, smb. § 26, 1.
stk.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áleggja einum
skúlamyndugleika á staðnum at taka ímóti næming-
um frá øðmm skúlamyndugleika, um so er, at pláss
er í skúlanum. Tær skúlaútreiðslur, ið standast av
hesi skipan, verða rindaðar eftir gjøllari reglum, sum
landsstýrismaðurin ásetur.
§ 28. Næmingar, sum í longri tíð ikki kunnu verða
undirvístir í skúlanum vegna smittuvanda ella við
atliti at heilsu ella vælferð, verða undirvístir heima
ella á tí stovni, har teir em staddir.
Stk. 2. Tað er skylda skúlamyndugleikans á staðn-
um at skipa undirvísing eftir 1. stk. á teimum
sjúkrahúsum og øðmm stovnum, sum em í øki
skúlamyndugleikans, og sum taka ímóti bømum og
unglingum í 6-18 ára aldri, uttan so er, at skipað
verður fyri undirvísing teirra á annan hátt. Lands-
stýrismaðurin kann eisini skipa fyri tflíkari undirvís-
ing. Stovnurin skal lata hóskandi høli.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur um undirvís-
ing eftir 1. og 2. stk. Landskassin rindar læraralønir
fyri undirvísing eftir 1. og 2. stk. eins og læraralønir
annars. Kommunustýrið ber aðrar útreiðslur í sam-
bandi við undirvísing eftir 1. stk. Útreiðslumar av
undirvísingarmiðlum eftir 2. stk. vera rindaðar úr
landskassanum í tann mun, stovnurin ikki letur til-
farið.
§ 29. Skúlamyndugleikin á staðnum býtir vanliga
sítt øki upp í skúlaumdømi, ið kunnu vera størri fyri
skúlans eldru floksstig enn fyri tey yngm, smb. tó §
31, 1. stk. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at
eitt skúlaumdømi er felags fyri fleiri skúlar.
Stk. 2. Undirvísing sambært § 4, 3. - 5. stk. kann
vera felags fyri næmingar úr fleiri skúlum, og sam-
bært §§ 5, 7 og 9 kann undirvísingin vera felags
fyri næmingar í 8., 9. og 10. flokki úr fleiri skúlum.
Stk. 3. Undirvísing sambært § 4, 3. - 5. stk., §§ 5, 7
og 9 kann verða skipað eftir lóggávuni um frítíðar-
undirvísing, so at næmingum kann verða víst hagar.
Næmingamir skulu tó, um teir ynskja tað, verða
undirvístir í fólkaskúlanum alt tað vikutímatalið,
sum sett er í undirvísingarætlanini, smb. § 22, 1.
stk., nr. 1.
Stk. 4. Um foreldrini ynskja, at bøm teirra skulu
verða verandi í sama skúla, so skal umlegging av
umdømismarkum millum verandi skúlar alt tað, ið
til ber, ikki ávirka tey bøm, sum longu em farin í
skúla. Hetta er tó ikki galdandi, um allur flokkurin
kann verða fluttur. Dentur eigur somuleiðis at vera
lagdur á, at umlegging av umdømismarkum heldur
ikki skal ávirka bøm, ið hava eldri systkin í skúlan-
um, um foreldrini ynskja, at systkini eisini skulu
verða verandi í sama skúla. Skúlastýrið kann í ser-
støkum føri loyva, at næmingar ganga í skúla í ein-
um øðmm umdømi enn sínum egna.
Stk. 5. Um eitt kommunustýri hevur gjørt av at
leggja ein skúla niður, so skal tað verða kunngjørt í
teimum føroysku bløðunum. Um í minsta lagi 30%
av teimum íbúgvum í viðkomandi skúlaumdømi, ið
hava valrætt til kommunustýrið, seta fram innan ein
mánað eftir kunngerðina skrivliga áheitan um tað,
so skal kommunustýrið halda atkvøðugreiðslu um
at leggja skúlan niður. Atkvøðurætt hava teir íbúgv-
ar í skúlaumdøminum, ið hava atkvøðurætt til
kommunustýrið. Landsstýrismaðurin ásetur greini-
ligari reglur um tflíkar atkvøðugreiðslur. Verður
úrslitið av atkvøðugreiðsluni, at í minsta lagi 50%
av teimum, ið hava atkvøtt, ynskja at varðveita
skúlan, verður hann varðveittur.
§ 30. Hvør sjálvstøðugur skúli skal vanliga fata um
í minsta lagi 3 samanhangandi floksstig.
Stk. 2. Skúlamir verða býttir í flokkar eftir næmin-
gatalinum, smb. § 13. í skúlum, sum ikki kunnu
vera ársbýttir, kann flokkur fata um fleiri floksstig.
Stk. 3. Tá ið bømini á fyrsta sinni verða býtt sund-
ur í flokkar, eigur dentur at verða lagdur á, at tann
einstaki flokkurin verður varðveittur, allur sum hann
er, tey komandi skúlaárini. Vanliga kann nýtt floks-
býti ikki gerast vegna val av lærugreinum eftir § 12,
3. stk.
Stk. 4. Undirvísingin í ávikavist for-skúlaflokki, 1.
og 2. skúlaári ella L, 2. og 3. skúlaári kann lutvís
verða samskipað. A hesum somu floksstigum kann
øll undir-vísingin í teimum smáu skúlunum verða
samskipað. Hammframt kann undirvísing, uttan
mun til floksbýti, vera felags fyri næmingar úr fleiri
floksstigum.
§ 31. Tveir ella fleiri skúlamyndugleikar á staðnum
kunnu ganga saman í eitt skúlasamband til heilt ella
lutvíst at skipa síni skúlaviðurskifti felags í øki
skúla-myndugleikanna. Áðrenn avgerð verður tikin
um hetta, skulu íbúgvamir í teimum økjum, sum
skúlasambandið verður at fata um, hava havt høvi at
sagt sína hugsan um málið á einum fundi, sum teir
einstøku skúlamyndugleikamir á staðnum skipa fyri.