Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 6
374 Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna teir sátt- málar, sum nevndir eru í 1. stk. Stk. 3. Tilvísing til skúla hjá øðrum skúlamyndug- leika kann vanliga bert fata um næmingar, sum eru í 4. skúlaári og eldri, og næmingar, sum skulu verða undirvístir í serflokkum og serskúlum, og um teir næmingar, sum búgva í útryðjunum í umdømi skúla- myndugleikanna á staðnum, har høgligari er at ganga í skúla í eini grannakommunu. Stk. 4. Tilvísing til privatar skúlar kann bert verða gjørd við samtykki foreldra, smb. § 65. StL 5. Bert í serstøkum føri kann verða víst bømum í undirvísingarskyldugum aldri, sum búgva á plás- sum, har skúli er, tá ið henda lóg kemur í gildi, á undirvísing í øðmm skúlaumdømi, um tað ber við sær, at tey verða noydd at flyta heimanífrá. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann skipa serundirvís- ing fyri bæði undirvísingarskyldug og ikki undirvís- ingarskyldug bøm og ung undir 18 ár, smb. § 26, 1. stk. Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áleggja einum skúlamyndugleika á staðnum at taka ímóti næming- um frá øðmm skúlamyndugleika, um so er, at pláss er í skúlanum. Tær skúlaútreiðslur, ið standast av hesi skipan, verða rindaðar eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. § 28. Næmingar, sum í longri tíð ikki kunnu verða undirvístir í skúlanum vegna smittuvanda ella við atliti at heilsu ella vælferð, verða undirvístir heima ella á tí stovni, har teir em staddir. Stk. 2. Tað er skylda skúlamyndugleikans á staðn- um at skipa undirvísing eftir 1. stk. á teimum sjúkrahúsum og øðmm stovnum, sum em í øki skúlamyndugleikans, og sum taka ímóti bømum og unglingum í 6-18 ára aldri, uttan so er, at skipað verður fyri undirvísing teirra á annan hátt. Lands- stýrismaðurin kann eisini skipa fyri tflíkari undirvís- ing. Stovnurin skal lata hóskandi høli. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur um undirvís- ing eftir 1. og 2. stk. Landskassin rindar læraralønir fyri undirvísing eftir 1. og 2. stk. eins og læraralønir annars. Kommunustýrið ber aðrar útreiðslur í sam- bandi við undirvísing eftir 1. stk. Útreiðslumar av undirvísingarmiðlum eftir 2. stk. vera rindaðar úr landskassanum í tann mun, stovnurin ikki letur til- farið. § 29. Skúlamyndugleikin á staðnum býtir vanliga sítt øki upp í skúlaumdømi, ið kunnu vera størri fyri skúlans eldru floksstig enn fyri tey yngm, smb. tó § 31, 1. stk. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at eitt skúlaumdømi er felags fyri fleiri skúlar. Stk. 2. Undirvísing sambært § 4, 3. - 5. stk. kann vera felags fyri næmingar úr fleiri skúlum, og sam- bært §§ 5, 7 og 9 kann undirvísingin vera felags fyri næmingar í 8., 9. og 10. flokki úr fleiri skúlum. Stk. 3. Undirvísing sambært § 4, 3. - 5. stk., §§ 5, 7 og 9 kann verða skipað eftir lóggávuni um frítíðar- undirvísing, so at næmingum kann verða víst hagar. Næmingamir skulu tó, um teir ynskja tað, verða undirvístir í fólkaskúlanum alt tað vikutímatalið, sum sett er í undirvísingarætlanini, smb. § 22, 1. stk., nr. 1. Stk. 4. Um foreldrini ynskja, at bøm teirra skulu verða verandi í sama skúla, so skal umlegging av umdømismarkum millum verandi skúlar alt tað, ið til ber, ikki ávirka tey bøm, sum longu em farin í skúla. Hetta er tó ikki galdandi, um allur flokkurin kann verða fluttur. Dentur eigur somuleiðis at vera lagdur á, at umlegging av umdømismarkum heldur ikki skal ávirka bøm, ið hava eldri systkin í skúlan- um, um foreldrini ynskja, at systkini eisini skulu verða verandi í sama skúla. Skúlastýrið kann í ser- støkum føri loyva, at næmingar ganga í skúla í ein- um øðmm umdømi enn sínum egna. Stk. 5. Um eitt kommunustýri hevur gjørt av at leggja ein skúla niður, so skal tað verða kunngjørt í teimum føroysku bløðunum. Um í minsta lagi 30% av teimum íbúgvum í viðkomandi skúlaumdømi, ið hava valrætt til kommunustýrið, seta fram innan ein mánað eftir kunngerðina skrivliga áheitan um tað, so skal kommunustýrið halda atkvøðugreiðslu um at leggja skúlan niður. Atkvøðurætt hava teir íbúgv- ar í skúlaumdøminum, ið hava atkvøðurætt til kommunustýrið. Landsstýrismaðurin ásetur greini- ligari reglur um tflíkar atkvøðugreiðslur. Verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni, at í minsta lagi 50% av teimum, ið hava atkvøtt, ynskja at varðveita skúlan, verður hann varðveittur. § 30. Hvør sjálvstøðugur skúli skal vanliga fata um í minsta lagi 3 samanhangandi floksstig. Stk. 2. Skúlamir verða býttir í flokkar eftir næmin- gatalinum, smb. § 13. í skúlum, sum ikki kunnu vera ársbýttir, kann flokkur fata um fleiri floksstig. Stk. 3. Tá ið bømini á fyrsta sinni verða býtt sund- ur í flokkar, eigur dentur at verða lagdur á, at tann einstaki flokkurin verður varðveittur, allur sum hann er, tey komandi skúlaárini. Vanliga kann nýtt floks- býti ikki gerast vegna val av lærugreinum eftir § 12, 3. stk. Stk. 4. Undirvísingin í ávikavist for-skúlaflokki, 1. og 2. skúlaári ella L, 2. og 3. skúlaári kann lutvís verða samskipað. A hesum somu floksstigum kann øll undir-vísingin í teimum smáu skúlunum verða samskipað. Hammframt kann undirvísing, uttan mun til floksbýti, vera felags fyri næmingar úr fleiri floksstigum. § 31. Tveir ella fleiri skúlamyndugleikar á staðnum kunnu ganga saman í eitt skúlasamband til heilt ella lutvíst at skipa síni skúlaviðurskifti felags í øki skúla-myndugleikanna. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, skulu íbúgvamir í teimum økjum, sum skúlasambandið verður at fata um, hava havt høvi at sagt sína hugsan um málið á einum fundi, sum teir einstøku skúlamyndugleikamir á staðnum skipa fyri.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.