Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Síða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Síða 7
375 Stk. 2. Greiniligari reglur um samarbeiði, um val av stýri og um, hvørt og hvussu teir einstøku skúla- myndugleikamir skulu kunna fara burtur úr felags- skapinum, verða at seta í ein sáttmála, sum lands- stýrismaðurin góðkennir. § 32. Ein skúlabygnaður skal verða gjørdur fyri kommununnar skúlaverk, smb. § 47, 6. stk. Skúla- bygnaðurin skal fata um: 1) Navnið á tí einstaka skúlanum. Um so er, at kommunan hevur býtt sítt øki upp í skúlaum- dømi, smb. § 29, so skulu nøvnini á umdømu- num verða tilskilað. Her kann eisini vera ásett, at smærri umleggingar av umdømunum kunnu verða gjørdar í sambandi við ta árligu innskriv- ingina. 2) Vavið á tí einstaka skúlanum við atliti at undir- vísing í grundskúla, 10. flokki o.ø. eftir § 4. 3) Tilvísing til undirvfsing í øðrum skúlum sam- bært sáttmála, smb. § 27. 4) Undirvísing á stovnum í økinum, smb. § 28, 2. stk. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar á hvørjum ári læraratalið í hvørjum skúla. Skipanin er grundað á upplýsingar frá skúla og skúlastýri um væntaða næmingatal, flokkatal o.a. § 33. Kommunustýrið skal skipa fyri flutningi mill- um skúlar og heim ella nánd av heiminum av næmingum, sum ganga í skúla uttan fyri teirra egnu bústaðarkommunu. Stk. 2. Kommunustýrið kann harumframt skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heim- um av niðanfyri nevndu næmingum, sum ganga í skúla í teirra egnu bústaðarkommunu: 1) næmingum upp í 3. skúlaár, ið hava longri skúlaveg enn 2,5 km, og eldri næmingum, ið hava longri skúlaveg enn 3,5 km, og 2) næmingum, ið hava styttri skúlaveg, um so er, at tað er serliga neyðugt fyri tryggleikan hjá næmingunum í ferðsluni, ella um skúlavegurin er ov torførur. Stk. 3. Kommunustýrið skal harumframt skipa fyri flutningi í og úr skúla av næmingum, ið eru sjúkir ella avlamnir, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 4. Skyldan at skipa fyri flutningi eftir 1. stk. kann vera lokin við at vísa næmingunum til almenn- ar ferðslumiðlar ella við at samsýna teimum út- reiðslur til egnan flutning. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um, hvussu long tíð uttan fyri egna skúlatíð í mesta lagi kann vera millum flutning næmingsins til og frá skúla og um onnur viðurskifti, ið serliga viðvíkja avbygdanæmingum og øðrum, sum hava langan veg í skúla. Stk. 6. Ásetingamar í 1. stk. umfata ikki næmingar, ið sambært § 26, 4. stk. verða undirvístir í øðrum skúla enn umdømisskúla sínum. Stk. 7. Tær flutningsskipanir, ið kommunu-stýrið hevur gjørt sambært L, 3. og 4. stk., skulu góðkenn- ast av landsstýrismanninum. Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um lands- kassastudning til lutvísa rindan av útreiðslunum til góðkendar flutningsskipanir eftir 1. stk. Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri víkja frá reglunum í 1.-6. stk., eins og hann kann loyva, at endurgjaldsútreiðslur, ið standast av lær- araflutningi, kunnu verða viðgjørdar eftir somu reglum sum útreiðslur av næmingaflutningi eftir 1.- 3. stk., um so er, at slík skipan verður hildin at verða betur hóskandi. § 34. Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til út- reiðslur foreldra fyri uppihald næminga í aðrari kommunu, um so er, at viðkomandi næmingar bert kunnu fáa undirvísing í 8.-10. flokki í einum skúla, har dagligur flutningur millum heim og skúla er ser- liga ótryggur, drúgvur ella kostnaðarmikil. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til út- reiðslur foreldra fyri uppihald næminga í aðrari kommunu, um so er, at viðkomandi næmingar bert kunnu fáa ta í § 4, 4.-5. stk. umrøddu undirvísing í einum skúla, har dagligur flutningur millum heim og skúla í royndum ikki er møguligur fyri næming- amar. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann ístaðin við samtyk- ki foreldra, smb. § 65, skipa fyri, at teir í 1. og 2. stk. nevndu næmingar verða at búgva á staðnum, har skúli teirra er. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við samtykki forel- dra, smb. § 65 í serstøkum føri loyva, at næmingar, sum eru í 7. skúlaári og yngri, og sum ikki ganga x skúla í heimbygdini, verða at búgva á staðnum, har skúli teirra er. Stk. 5. Tilskotið verður veitt sum heilt ella lutvíst endurgjald fyri innivist, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent. Tilskotið skal heilt ella lutvíst sams- vara við tann meirkostnað foreldra, ið stendst av, at næmingurin býr ikki heima. Harumframt verður veitt tilskot til ferðaútreiðslur næminga millum heim og skúla vikuskiftini, og tá ið frítíðir byrja og enda. Stk. 6. Tilskotið eftir L- 5. stk, verður veitt úr lands- kassanum. Stk. 7. Heimstaðarkommunan endurrindar skúla- kommununi útreiðslur hennara fyri skúlagongdina hjá næminginum, smb. § 27. Kapittul 4 Læraramir § 35. Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúl- anum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla ella á donsk- um læraraskúla, smb. tó 2. og 3. stk., ella aðra lær- araútbúgving, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent hesum viðvíkjandi.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.