Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Side 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Side 8
376 Stk. 2. Tað er ein treyt fyri fastari setan sum lærari, at viðkomandi hevur staðið eina serliga roynd í føroyskum. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur um hesa roynd. Stk. 3. í skúlum, har settu lærarar ella tímalærarar skúlans ikki kunnu átaka sær undirvísingina í øllum teimum lærugreinum, sum standa í undirvísingar- ætlan skúlans, og har fólkaskúlalærari ikki er at átaka sær hesa undirvísing, kann sergreinarlærari verða settur at undirvísa í viðkomandi lærugreinum. § 36. Til at røkja undirvísing í ffítíðini eftir § 4, 5. stk. ella aðrar námsfrøðiligar arbeiðsuppgávur, ið ikki koma undir § 35, kunnu verða sett starvsfólk við serligari útbúgving. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur hesum viðvíkjandi. § 37. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri loyva frávik frá teimum í § 35 og § 36 settu reglum. § 38. Landsstýrismaðurin ger reglur um setanarkor- ini hjá tímalærarum, vikarum og sergreinalærarum í fólkaskúlanum. § 39. Skúlastýrið kann eftirlíka einum lærara, sum av góðum grundum vil sleppa undan at undirvísa í kristnikunnleika. Um lærari av hesi orsøk ikki kann fáa fulla tænastutíð, verður lønin skerd samsvarandi, men eftirlønaraldur hansara verður kortini óskerdur. Kapittul 5 Undirvísingarskylda. Innskriving og útskriving úr fólkaskúlanum. § 40. Eitt og hvørt bam, sum býr her á landi, hevur undirvísingarskyldu eftir reglunum í §§ 42-44, uttan so er, at galdandi er fyri tað reglur um undir- vísingarskyldu í aðrari lóggávu. Sama er galdandi fyri bøm, sum skulu vera her í landinum í minsta lagi 6 mánaðir. § 41. Eitt og hvørt undirvísingarskyldugt bam hevur skyldu at ganga í fólkaskúlan, um tað ikki á annan hátt fær eina undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum. Stk. 2. Ikki kann verða kravt, at eitt undirvísingar- skyldugt bam verður skrivað inn í fólkaskúlan, um so er, at tað verður skrivað inn í ein góðkendan privatskúla, ella um tann, ið hevur ábyrgdina av undirvísing bamsins, smb. § 65, váttar skrivliga fyri skúlastýrinum, at hann sjálvur vil skipa fyri undir- vísingini. Sama er galdandi fyri næmingar, sum eftir 7. floksstig halda fram í einum góðkendum eftir- skúla, háskúla, húshaldsskúla ella á einum góðken- dum skeiði. Stk. 3. Leiðari skúlans kann eftir áheitan foreldra, smbr. § 65, loyva, at næmingur eftir 7 ára skúla- gongd heilt ella lutvíst lýkur undirvísingarskylduna við arbeiði, vinnuligari útbúgving ella undirvísing- artilboði sambært § 9, 2. stk., um so er, at tað av ser- ligum orsøkum verður hildið at vera best fyri næm- ingin. Stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað at áseta gjøllari reglur eftir 2. og 3. stk. § 42. Undirvísingarskyldan bytjar 1. august í tí ál- manakkaári, bamið fyllir 7 ár, og endar 31. juli, eftir at bamið hevur fingið regluliga undirvísing í 9 ár. Forskúlin verður ikki taldur uppí. Undirvtsingar- skyldan endar tó í seinasta lagi 31. juli í tí ál- manakkaári, bamið fyllir 17 ár, ella tá ið tað hevur lokið skúlagongdina í grundskúlanum ella eina út- búgving, ið kann javnmetast við hana, smb. § 41, 3. stk. Stk. 2. Leiðari skúlans kann eftir áheitan foreldra, smb. § 65, góðkenna, at bamið verður skrivað inn í 1. flokk í tí álmanakkaári, tað innan 1. august fyllir 6 ár, um hildið verður, at tað kann fylgja undirvís- ingini í flokkinum. Stk. 3. Leiðari skúlans kann somuleiðis eftir áheitan foreldra ella við teirra samtykki, smb. § 65, góð- kenna, at bamið verður skrivað inn árið eftir, at undirvísingarskyldan eftir 1. stk. er bytjað, um so er, at tað hevur sínar grundir í menning bamsins. Stk. 4. Eitt bam skal, um kommuna sambært § 4, 2. stk. hevur sett forskúlaflokk á stovn, eftir áheitan foreldra, smb. § 65, verða skrivað inn í forskúlan í tí álmanakkaári, bamið fyllir 6 ár, ella seinni. Stk. 5. Eftir 4. stk. skulu somuleiðis bøm í teimum kommunum, sum ikki hava møguleika at stovna sjálvstøðugan for-skúlaflokk, fáa høvi at koma í 1. flokk í tí vavi, hildið verður hóskandi. § 43. Tey ella tann, ið hevur foreldramyndugleikan, ella tann, sum í roynd og vem er um bamið, skal gera sítt tíl, at bamið lýkur undirvfsingarskylduna, og má ikki forða fyri tí. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera greiniligari reglur um eftirlit við teimum góðkendu privatskúl- unum. Stk. 3. Tá ið eitt skúlaár byijar, skal leiðarin í einum góðkendum privatskúla senda skúlastýrinum ein lis- ta yvir næmingamar í skúlanum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta greiniligari reglur um krøv og umsjón við heimaundirvísing. § 44. Innskriving í fólkaskúlan fer fram við árs- byrjan. Um sjúka ella aðrar serligar umstøður skuldu borist á, kann innskriving tó fara fram í skúlaárinum. Stk. 2. Útskriving úr fólkaskúlanum fer fram við skúlaárs lok. Undir heilt serligum umstøðum kann útskriving tó fara fram í skúlaárinum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera greiniligari reglur um innskriving, útskriving og endurinnskriv- ing av áður útskrivaðum næmingum úr fólkaskúlan- um, eins og um flyting úr einum skúla í annan.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.