Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 9
377 § 45. Leiðari skúlans ansar eftir, at allir teir næming- ar, sum eru skrivaðir inn í fólkaskúlan, taka lut í undirvísingini, smb. § 55, 5. stk. Stk. 2. Er næmingur burtur frá undir-vísingini, sku- lu foreldrini, smb. § 65, persónliga ella skrivliga geva skúlanum upplýsing um orsøkina til hetta. Er orsøkin til fráveruna sjúka, ið varir meir enn 2 vikur, kann skúlin krevja læknaváttan fyri fráveruna. Læk- naváttan kann somuleiðis verða kravd fyri styttri endurtiknar fráverur vegna sjúku. Kapittul 6 Fyrisitingin av skúlaverkinum § 46. Skúlamyndugleikin á staðnum er kommunus- týrið og skúlastýrið smb. § 50, 1. stk. § 47. Kommunustýrið hevur skyldu at skipa so fyri, at íbúgvamir í kommununi hava møguleika at fáa ta í § 26 nevndu undirvísing í fólkaskúlanum, og at fígging er tøk til hetta. Stk. 2. Kommunustýrið hevur eftirlit við, at øll undirvísingarskyldug bøm í kommununi verða inns- krivað í fólkaskúlan, smb. § 44, 1. stk., ella at tey á annan hátt fáa eina undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum. Eftirlitsskyldan fer tó úr gildi, um næmingurin verð- ur undirvístur í einum góðkendum privatskúla, ið hevur valt sítt egna eftirlitsfólk. Stk. 3. Tað er kommunustýrisins ábyrgd, at hóskandi undirvísingarhøli em tøk til ta í § 26 nevndu undir- vísing, ella at avtala er gjørd við aðra kommunu um felags undirvísing, smb. § 27, 1. stk. Stk. 4. Kommunustýrið hevur ábyrgdina av rakstrin- um av skúlunum í kommununi og ásetur fíggjarkar- min fyri tann einstaka skúlan. Stk. 5. Kommunustýrið ger uppskot um skúlabyg- ging og umbygging av verandi skúlum, smb. § 57, 4. stk. Stk. 6. Kommunustýrið skal góðkenna uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, smb. §§ 32, 1. stk. og 57, 5. stk. Stk. 7. Kommunustýrið ásetur reglur um nýtslu av skúlum kommununnar til annað endamál enn undir- vísing, smb. § 63. Stk. 8. Kommunustýrið gevur ummæli um sín skúla- skap í øllum málum, sum lands-stýrismaðurin leg- gur fyri tað. § 48. Kommunustýrið ásetur, eftir at tað hevur út- vegað sær ummæli frá skúlastýrinum, reglugerð um fyrisitingina av kommununnar skúlaverki. I reglu- gerðini skal m.a. standa: 1. Talið á foreldraumboðum í skúlastýrinum. 2. Tilnevning av møguligum kommunustýrislimi til skúlastýrið, smb. § 50, 4. stk. 3. Mannagongd viðvíkjandi vali av umboðum í skúlastýrið. 4. Samanseting av møguligum ráðgevingargøgni fyri kommununnar skúlaverk. Stk. 2. í einum fylgiskjali til reglugerðina skulu standa tær samtyktir, kommunustýrið hevur gjørt viðvíkjandi skúlabygnaði skúlans o.ø., smb. § 32, 1. stk.. § 49. Tey kommunustýri, ið hava eitt., smb. § 52, áseta, eftir at tey hava útvegað sær ummæli frá. reglugerð um fyrisitingina av kommunanna skúla- verki. í reglugerðini skal m.a. standa: 1) Talið á foreldraumboðum í.... 2) Tilnevning av møguligum kommunu-stýrislimi til..., smb. § 52, 3. stk. 3) Mannagongd viðvíkjandi vali av umboðum í 4) Samanseting av møguligum ráðgevingargøgni fyri kommunanna skúlaverk. Stk. 2. I einum fylgiskjali til reglugerðina skulu standa tær samtyktir, sum hvørt kommunustýri sær møguliga hevur gjørt viðvíkjandi skúlabygnaði skúl- ans o.ø., smb. §§ 32 og 31. § 50. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn sjálv- støðugan skúla í kommununi. Stk. 2. I skúlum, sum í minsta lagi hava 20 næm- ingar og 2 lærarar smb. § 55 stk. 1 eru limir tess: 1. 2 umboð , ið verða vald av kommunustýrinum. 2. foreldraumboð, ið skulu verða vald millum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teim- um bømum, sum em skrivað inn í skúian. 3. Skúlaleiðarin. 4. 1 umboð fyri læraramar og hini samstarvsfólk- ini, ið skulu verða vald av samstarvsfólkum skúlans. Stk. 3. I skúlum ið hava minni enn 20 næmingar og bert 1 lærara em limir tess 2 foreldraumboð, eitt kommunustýrisumboð og skúlaleiðarin. Stk. 4. Avgerðir í skúlastýrinum verða tiknar við at- kvøðugreiðslu. Standa atkvøðumar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur ikki atkvøðurætt Stk. 6. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum foreldraumboðini. Stk. 7. Leiðari skúlans er skrivari í stýrinum. Stk. 8 Valskeiðið hjá foreldraumboðunum er vanliga 3 ár, smb. tó § 50, 1. og 2. stk. Valskeiðið hjá kommunuvaldu limunum er valskeiðið hjá kommu- nustýrinum, og verða teir valdir aftan á hvørt kommunuval. Valskeiðið hjá lærarum og samstarvs- fólki er 1 ár. Tey fólk, sum em sett í starv í skúlan- um, kunnu ikki vera foreldravaldir limir í skúla- stýrinum. Stk. 9. í teimum kommunum, har undirvísing skúl- ans fer fram í skúlaeindum, sum hølisliga em spjaddar í skúlaøkinum, eiga foreldraumboðini, har tað er gjørligt, at verða vald soleiðis, at í minsta lagi 1 foreldraumboð verður valt fyri hvørja skúlaeind. § 51. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.