Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 11
379 leiðsluna og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og at ásettar fyriskipanir verða settar í verk. Stk. 2. Til tess at røkja lóggávu- og vegleiðingar- starv sítt kann landsstýrismaðurin vitja allar fólka- skúlamar og krevja at fáa allar upplýsingar frá skúlamyndugleikunum á staðnum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin setur almenn stevnumið fyri fólkaskúlan og ger almennar reglur, ið verða sendar út sum kunngerðir ella sum mndskriv. Stk. 4. Landsstýrismaðurin góðkennir øll byggimál og allar útbyggingarætlanir, ásetur reglur byggi- málum viðvíkjandi, og hvussu ein fólkaskúli verður innrættaður. Stk. 5. Landsstýrismaðurin góðkennir skúlabygnað kommununnar og tær ítøkiligu undirvísingarætlanir- nar fyri teir einstøku skúlamar og møguligar broyt- ingar í teimum. Landsstýrismaðurin kann loyva, at skúlaverkið í einum øki verður roknað sum ein skúli, sjálvt um ikki øll undirvísingarhølini em savnað á einum staði í økinum. Stk. 6. Landsstýrismaðurin setur og loysir leiðarar og lærarar úr starvi eftir tilmæli frá viðkomandi skúlastýri, og hann loysir leiðarar og lærarar úr starvi uttan umsókn. Stk. 7. Landsstýrismaðurin tekur avgerðir í øllum málum viðvíkjandi teimum, sum starvast í fólka- skúlanum, ið ikki em løgd til aðrar myndugleikar at taka støðu til. Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann taka øll mál, ið em av týdningi fyri fólkaskúlan, til viðgerðar. Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann áseta almennar reglur um, at avgerðir hjá skúlamyndugleikunum á staðnum, herímillum leiðara skúlans, em endaligar. Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann seta ráðgevandi nevndir at taka sær av serstøkum uppgávum. Kapittul 8 Fólkaskúlaráð § 58. Landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir við- víkjandi fólkaskúlanum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir bæði formann og ráðslimir. Stk. 3. Limimir verða valdir fyri eitt 3 ára skeið. Stk. 4. Fólkaskúlaráðið ásetur sjálvt sína fundarskip- an. Stk. 5. Unsirvísingar- og mentamálastýrið er skriv- stova ráðsins. Kapittul 9 Kærur § 59. Avgerð, sum skúlamyndugleikin á staðnum, herímillum eisini leiðari skúlans, hevur tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur, eftir at avgerðin er ffáboðað, smb. tó § 57, 9. stk. Kapittul 10 Aðrar ásetingar § 60. Landsstýrismaðurin ger vanligar reglur um fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og um umsjón skúlanna við næmingunum í skúlatíðini. § 61. Tíðin hjá lestrarbømunum at ganga til verður sett við samráðingum millum skúla, skúlastýrið og viðkomandi prest. Lestrarbømini skulu fáa ta lestr- artíð, tey hava brúk fyri. Við tíðarásetingini skal verða ansað eftir, at skúlans arbeiði verður tamað sum minst. Fæst ikki semja partanna millum, setur landsstýrismaðurin lestrartíðina. § 62. Landsstýrismaðurin kann, eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum, eftir ávísum settum treytum loyva avvik frá teimum ásetingum, sum em í hesi lóg um skipanina av undirvísingini fyri næm- ingar, tá ið foreldur teirra em limir í trúarsamfel- øgum uttan fyri fólkakirkjuna, um so er, at læran hjá hesum trúarsamfelag ger tað til ein samvitskuspum- ing fyri foreldrini, at bøm teirra út í æsir fylgja viðkomandi ásetingum. § 63. Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hes- um viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans. Gerst tað ein spumingur, hvørt nýtslan av skúlahølum stríðir ímóti skúlans tørvi, skal málið verða lagt fyri landsstýrismannin til endaliga av- gerð. Stk. 2. Skúlamyndugleikamir á staðnum skulu lata øll tey høli, sum ríkis- og landskassi hava latið byggistudning til, vera tøk at nýta til undirvísing og upplýsing, ið boðin verður fólki í økinum eftir regl- um, landsstýrismaðurin ásetur. § 64. Tey grundstykki, ið neyðug em at útvega til undirvísingarlig endamál av einum og hvørjum slag, kunnu fáast við ognartøku. Stk. 2. Ognartøkan verður framd eftir teimum regl- um, sum settar em í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881. § 65. Tey rættindi, ið við lógini em veitt foreldrum, eigur tann ella teir persónar, ið hava foreldramynd- ugleikan. Næmingar, ið ikki em undir foreldra-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.