Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Side 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Side 12
380 myndugleika, hava sjálvir hesi rættindi. Stk. 2. Undantikið spuminginum um, nær skúla- gongdin bytjar, og hvussu leingi hon varir, kann skúlin halda tann, ið stendur fyri húskinum, næm- ingurin hoyrir til, vera heimilaðan at fremja atgerðir hansara, ið hevur foreldramyndugleikan. § 66. Við atliti at teimum meginreglum, sum galdan- di em fyri skúlastýri, smb. §§ 50, 52, 53 og 54, er landsstýrismanninum heimilað at gera reglur við- víkjandi skúlastýmm o.ø. í almennum undirvísingar- stovnum unđir landinum, sum undirvísa næmingar í fólkaskúlaaldri, smb. eisini § 4, 4. stk. Kapittul 11 Ásetanir um, nær lógin fær gildi og um bráðfein- gisreglur o.a. § 67. Lógin fær gildi 1. august 1998, smb. tó 2.-4., 7. og 8. stk. Samstundis fer løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing úr gildi, smb. tó 5. og 6. stk. Stk. 2. Tær reglur, sum ásettar era í 5. kapitli, fáa gildi 1. januar 1998. Stk. 3. Ásetingin í § 5, 2. stk., 2. pkt. viðvíkjandi læragreinini náttúru/tøkni fær gildi 1. august 1999. Stk. 4. Ásetingin í § 14, 5. stk. um verkætlanarap- pgávuna fær gildi 1. august 2000. Stk. 5. Ásetingamar í §§ 18, 19, 20 og 21 í løgtings- lóg. nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing, verða í gildi, til teir næmingar, sum byrja í 9. og 10. flokki skúlaárið 1998/99, hava havt høvi at fara til fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaða ffáfaringarroynd fólkaskúlans. Stk. 6. Reglur, sum era gjørdar við heimild í lóg nr. 21 um fólkaskúlan frá 22. mars 1979, sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvfs- ing, era í gildi, til tær verða loystar av nýggjum reg- lum, sum verða gjørdar við heimild í hesi lóg. Stk. 7. Ásetingamar í §§ 46 - 56 fáa tó gildi l.januar 2001 . Samstundis fara úr gildi §§ 7-16 í løgtingslóg nr. 58. frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 20. mai 1996. Stk.8. Ásetingamar um heimildir hjá skúlastýram í hesi lóg fáa tó gildi frá 1. januar 2001. Tórshavn, 20. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.