Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 2
386 Nr. 128 Kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur við dupult húsarhald lO.juli Við heimidl í § 2, stk. 1 og 4 og § 4, stk. 3 í løgt- ingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaút- reiðslur, og § 2, stk. 3 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald verður fyrisett: Kaputtul 1 Stuðul til ferðaútreiðslur § 1. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul. § 2. Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og ar- beiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur, um ferðaleiðin aftur og fram pr. arbeiðsdag er longri enn 15 km, smb. tó § 3. Stk. 2. Fyri fjarstøður, sum eru 16 til 48 km., er stuð- ulin 0,37 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 15 km. pr. arbeiðsdag. Stk. 3. Er fjarstøðan yvir 48 km., verður stuðulin 0,09 kr. fyri hvønn koyrdan kilometur omanfyri 48 km. pr. arbeiðsdag, men annars eftir stk. 2. Stk. 4. Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bú- stað og arbeiðsstað, og í hesum sambandi verða áse- tingamar í álmanakkanum brúktar. Stk. 5. Stuðul verður bert veittur fyri eina ferð aftur og fram dagliga. § 3. Fyri útreiðslur til innanoyggja ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum sjóvegis, verður stuðul veittur fyri tveir túrar dagliga á 5 kr. pr. arbe- iðsdag. Stk. 2. Kann ferðing sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu reglumar í § 2 verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini. Kapittul 2 Stuðul til dupult húsarhald § 4. Stuðul til dupult húsarhald í Føroyum verður eftir umsókn veittur giftum persóni, sum flytur í aðra kommunu fyri at arbeiða har, um húskið er eftir í heimakommununi. Stk. 2. Fyri útreiðslur í samband við dupult húsar- hald í Føroyum, em hesar stuðulsupphæddir ásettar: 1) Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin. 2) Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag. 3) Ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útro- knað eftirkap. 1. Stk. 3. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Kapittul 3 Vanligar reglur § 5. Tað er ein treyt fyri at fáa stuðul eftir §§ 2 og 3, at arbeiðsgevari umsøkjarans á umsóknini váttar, at viðkomandi arbeiðir hjá honum. Stuðul eftir § 4 er treytaður av, at útleigarin á umsóknini váttar, at teir av umsøkjaranum givnu upplýsingamir viðvíkjandi íbúð og leigutíð em rættir. § 6. Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í samband við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til bæði ferðaútreiðslur og dupult húsarhald í størri mun enn ásett í kap. 2. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er gjaldandi frá og við inn- tøkuárinum 1997. Fíggjar- og búskapardeildin, 10. juli 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.