Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 4
388 rágongd, ella sum Toll- og Skattstova Føroya ikki heldur eru famar fyri skeyti á frígoymslu ella fríøki. Stk. 2. Tollur og avgjøld á vømm jbr. stk. 1, verða ásett eftir teimum upphæddum, sum galda tann dagin eftirlitið varð á frígoymsluni ella fríøkinum. Stk. 3. Virðið á vømni verður ásett eftir fakturavi- rðinum fyri vørana, tá hon varð flutt á frígoymslu ella fríøki. Stk. 4. Um einki fakturavirði er, kann virðið ásetast eftir meting av Toll- og Skattstovu Føroya við atliti til hagtalsvirðið fyri somu vøra við sama vørunum- mari í toll- og vøruskránni jbr. reglumar um virði- sáseting í § 11 í tolllógini. § 8. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella taka aftur loyvi til frígoymslu, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur hesa kun- ngerð ella treytimar fyri loyvinum til frígoymsluna. Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella taka aftur loyvi til frígoymslu, um loyvishavarin missir ognar- og ella brúksrættin til goymsluhøli, ella kemur í gjaldssteðg. Stk. 3. í føram, har loyvi verður tikið aftur ella fellur burtur, skulu vøramar, ið era á goymslu tollavgre- iðast beinanvegin, endurútflytast, flytast til aðra frígoymslu, fríøki, ella við loyvi frá Toll- og Skattst- ovu Føroya seljast øðram, ella burturbeinast undir tolleftirliti. Stk. 4. Vørar sum hava ligið á frígoymslu ella fríøki í meira enn 3 ár skulu tollgreiðast endurútflytast ella burturbeinast undir tolleftirliti fyri rokning loyvisha- varans. Stk. 5. Eftir somu reglum, sum ásettar era í stk. 1 - 2 kann landsstýrið nokta ella taka aftur loyvi til fríøki. § 9. Brot á hesa kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verða revsað eftir reglunum í kap. 10 í løgt- ingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, tá tað í nevnda kapitli er ásett revsing fyri brotið. §10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjar-og búskapardeildin, 10. juli 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.