Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 5
389 Nr. 130 Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin við fiskiførum, sum eru skásett í Føroyum lO.juli § 1. f kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiska- pin við fiskiførum, sum eru skásett í Føroyum, verður § 3, stk. 1 orðað soleiðis: “Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 145 mm. Tvørmátið á tráðnum í posanum (8 teir aftastu metrarnir av trolinum), eigur ikki at fara uppum 8 mm. Netið frammanfyri posan (millumstykkið) skal ikki vaksa í ummáti úr forkanti í afturkant, og plátumar í yvir- og undirpartinum skulu vera eins. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvir- og undirplátumar em eins. Ummátið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkantur á mil- lumstykkinum. Tað er ikki loyvt hvørki at vaksa ella minka um víddina á posanum frammanífrá og aftu- reftir, tó er loyvt at sneiða 3 tær aftastu meskamar inneftir. Meskamir í hvørjari plátu skulu vera skor- nir eftir síðu og ikki í nøkmm føri eftir leggi. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskamir ikki standa fult mát. Tó er loyvt: a. at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðumar, á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit, b. at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk. Tað er ikki loyvt at brúka gjørðir (rundstroppar), tó er loyvt at hava eina gjørð (lyftistropp) í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera stytri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Hóast ásetingina um 145 mm verður tað loyvt tro- lamm at nýta annan mesk í beinleiðis veiðu eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi og kongafiski. I beinleiðis veiðu eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum (8 teir aftastu metramir). Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% av veiðuni er upsi. í beinleiðis veiðu eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum, ið kann verða í mesta lagi 22 metrar til longdar og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61 °45’N og vestan fyri fyri 09 0 00’V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingamar 60 0 30’N 07 0 00’V og 60 0 00’N og 06 0 00’V. Bein- leiðis veiða eftir blálongu, langasporli og stinglaksi merkir, at meira enn 50% av veiðuni er blálonga, langasporl ella stinglaksur. Ikki er loyvt at tóga á dýpi, grynri enn 500 m. I beinleiðis veiðu eftir kongafiski á teimum leiðum, sum em settar út niðanfyri, er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum. Beinleiðis veiða eftir kongafiski merkir, at meira enn 50% av veiðuni er kongafískur. Leiðimar em innanfyri linjur drignar millum hesar staðfestingar: mi Norðanfyri 61 0 30’N Vestanfyri 08 0 50’V og út á 200 fjórðinga sjómarkið Øki II 62 0 30’N 05 0 00’V 62 0 30’N 04 0 20’V 62 0 10’N 04 0 30’V 62 0 10’N 04 0 10’V Øki III 61 °00’N 05 0 50’V 61 o05’N 05 o 00’V 60 o 50’N 05 o 00’V 60 o 00’N 06 o 00’V 60 o 30’N 07 o 00’V 60 o 40’N 05 o 50’V Skip, sum fiska sambært undantaksreglunum um meskavídd, skulu boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá ið tey byrja og enda henda fiskiskapin.” § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskivinnudeildin, lO.juli 1997 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Heðin Weihe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.