Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.07.1997, Blaðsíða 6
390 Nr. 131 Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 BRT lO.juli § 1. í kunngerð nr. 109 firá 25. juli 1996 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrar- bátar undir 15 BRT verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis : “§ 1. Fiskiloyvi til útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum, roknaður sum fúlt rikin útróðrarbátur verður útskrivað eigara av fiskifari: a) um eigarin við fiskifarinum árið fyri hevur avreitt 12 tons í nøgd ella fyri minst kr. 84.000,- ella í seinasta hálvári hevur avreitt 6 tons í nøgd ella fyri minst kr. 42.000,- virðið og nøgd og av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og goggu undantikið, og b) um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri árið fyri í mesta lagi hevur verið kr. 50.000,- ella um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri seinasta hálvári í mesta lagi hevur verið kr. 25.000,-. Stk. 2. Um ein persónur, sum lýkur inntøkutrey- timar sambært § 1, stk. 1, punkt b) keypir ein útróðrarbát unđir 15 BRT, sum hevur veiðuloy- vi, og sum lýkur treytimar í § 1, stk. 1, punkt a), fær hann útskriva fiskiloyvi til fult riknan útróðrarbát, um seljarin av nevnda báti fráskri- var sær vunnin rættindi til fiskiloyvi við øðmm báti og avhendar rættindini til keyparan.” 2) § 2 verður orðað soleiðis : “§ 2. Fiskiloyvi til útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum, roknaður sum part rikin útróðrarbátur verður útskrivað eigara av fiskifari, um eigarin við fis- kifarinum árið fýri hevur avreitt 6 tons í nøgd ella fyri minst kr. 42.000,- ella í seinasta hálvári hevur avreitt 3 tons í nøgd ella fyri minst kr. 21.000,- virðið og nøgd av sild, makreli, brislin- gi, høgguslokki og goggu undantikið. Stk. 2. Um ein persónur keypir ein útróðrarbát undir 15 BRT, sum hevur veiðuloyvi, og sum lýkur treytimar í § 2, stk. 1, fær hann útskriva fiskiloyvi til part riknan útróðrarbát, um seljarin av nevnda báti fráskrivar sær vunnin rættindi til ftskiloyvi við øðrum báti og avhendar rættindini til keyparan.” 3) I § 3 verða sett skoytt uppí: “Stk. 2. Hálvár í hesi kunngerð em tíðarskeiðini 1. januar til 30. juni og 1. juli til 31. desember. Stk. 3. í tíðarskeiðnum 2 mðr. undan, at fiskil- oyvið fer úr gildi, kunnu ongar umflokkingar verða gjørdar millum fult riknar, part riknar og aðrar útróðrarbátar.” 4) I § 4 verður skoytt uppí: “Stk. 2. Sum inntøka frá útróðri verður roknað inntøka vunnin við fiskifari í bólki 4 ella 5 sam- bært § 29 í lóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við sein- ni broytingum. 5) § 6 verður orðað soleiðis : “§ 6. Landsstýrið kann eftir umsókn veita eig- ara, sum ikki lýkur treytimar í §§ 1 ella 2, fiskil- oyvi sum annar útróðrarbátur undir 15 tons, um ætlanin er at reka útróður part ella fult.” 6) § 7 verður orðað soleiðis : “§ 7. Fiskidagatalið verður at nýta fyri eitt hálvt ár í senn soleiðis : a) Fult riknir útróðrarbátar fáa, undir einum, 70 % av fiskidagatalinum ásett smb. § 29 í lógini. b) Part riknir útróðrarbátar fáa, undir einum, 15 % av fiskidagatalinum ásett smb.í § 29 í lógini. c) Aðrir útróðrarbátar fáa, undir einum, 15 % av fiskidagatalinum ásett smb. § 29 í lógini.” § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskivinnudeildin, lO.juli 1997 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Heðin Weihe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.