Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.07.1997, Qupperneq 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.07.1997, Qupperneq 1
393 Nr. 132 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 15 ISSN 0907-905X 17. juli Kunngerð um summartíð 1998,1999, 2000 og 2001 Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð hevur landsstýrið fyrisett: § 1. í árunum 1998, 1999, 2000 og 2001 verður nýtt serstøk tíðarrokning, summartíð, í fylgjandi tíðarskeiðum: 1) í 1998 í tíðini millum 29. mars og 25. oktober. 2) í 1999 í tíðini millum 28. mars og 31. oktober. 3) í 2000 í tíðini millum 26. mars og 29. oktober. 4) í 2001 í tíðini millum 25. mars og 28. oktober. § 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 01.00 og verður klok- kutíðin tá broytt og sett til kl. 02.00. Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í hvøijum av tíðarskeiðunum kl. 02.00 og verður klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00. Stk. 3. Tann fami tímin verður í tíðarrokning tilskilaður sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl. 01.00 A. § 3. Kunngerð nr. 127 frá 10. juli 1997 fer samstundis úr gildi. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya Landsstýri, 17. juli 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jalgrím Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.