Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 09.08.1997, Qupperneq 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 09.08.1997, Qupperneq 1
397 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 16 ISSN 0907-905X Nr. 133 9. august Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan tiskiskap Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. I løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) I § 5, stk 3 verða orðini “tvey ár” broytt til: “fimm ár”. 2) I § 5, stk. 8 verður skoytt uppí: “Egin hjáveiði- kvota er hjáveiðiparturin, ið landsstýrið hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska, roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.” 3) I § 5, stk. 9 verður “1. juli” broytt til: “15. juni”. 4) I § 8, stk. 3 verður aftaná orðini “í altjóða sjógvi” sett inn: “ella til fiskiskap á fjarleiðum sambært sínámillum fiskiveiðiavtalu,” . 5) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fiskidagar kunnu umsetast frítt í 10 ár frá tí degi teir seinast eru umsettir innanfyri hvønn undirbólk ásettir sambært § 29 stk. 1 eftir nærri reglum, sum land- stýrið ásetir. Fiskidagar kunnu verða læntir ella leigaðir í sama fiskiári millum høvuðsbólkamar ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið frá bólki 5 til hinar bólkamir, tá 3 mánaðir em eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landsstýrið ásetur. Fiskidagar í høvuðsbólki 4, smb. § 28, stk. 1, kunnu ikki latast frá húki til trol. Fiski- veiðieftirlitið skal hava fráboðan um flyting av fiskidøgum, áðrenn farið verður at brúka fluttu dagamar.” 6) § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hjá feløgum og einstaklingum sum hava útvegað sær fiskidagar innan 1. september 1997 verður 10 ára skeiðið roknað frá hesum degi.” 7) § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Fiskidagar, sum em umsettir í einum fiskiári fyri ávíst tíðarskeið, skulu fylgja vøkstri og niðurskurði í sama mun, sum ásetingin í § 29 fyri hvørt fiskiár broytist.” 8) § 15, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Kvotur ella partar av kvotum kunnu ikki latast øðrum í meira enn 10 ár frá tí tær seinast em umsettar. Verður kvota latin øðmm í meira enn 10 ár fellur hon til felagskvotuna hjá avvarð- andi skipabólki. Fyri kvotur umsettar innan 1. september 1997 er reglan í § 14, stk. 2 galdandi.” 9) Nýtt § 15, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Kvotur, sum eru umsettar í einum fiskiári fyri ávíst tíðarskeið, skulu fylgja vøkstri ella nið- urskurði í sama mun, sum heildarkvotan broytist hvørt ár.” 10) í § 22, stk. 1 verður “1. juli” broytt til: “15. juni” og stk. 3 verður soljóðandi: “Stk. 3. Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august árið eftir. Fiskidagar fyri komandi árið verða ásettir í seinasta lagi 18. august sama árið, fiskiárið byrjar.”

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.