Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1997, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1997, Blaðsíða 1
401 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 17 ISSN 0907-905X Nr. 134 20. august Løgtingslóg um grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Grunnurin hevur til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og uttandura grønmetis- framleiðslu . § 2. Grunnurin er unđir eftirliti landsstýrismansins. § 3. Grunnurin verður fyrisitin av einum av lands- stýrismanninum tilnevndum stýri við 3 limum og 3 tiltakslimum. Stýrið verður valt fyri 4 ár. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð um umsiting grunsins. § 4. Vakstrarhúsgrunnurin, sum varð settur á stovn við løgtingsfíggjarlóg 1984/85 verður avtikin og ogn grunsins verður flutt grunni fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu, og er hetta stovnsfæ grunsins saman við játtanum á fíggjarløgtingslógum. § 5. Grunnurin kann veita hesi lán: 1. Stuttfreistað lán til keyp av grundøki. 2. Byggilán at byggja ella umbyggja nýggj vakstr- arhús, avmarkað til ta upphædd, ið grunnurin veitir sum veðskuldarlán. 3. Veðskuldarlán til nýggj vakstrarhús. 4. Veðskuldarlán til keyp av vakstrarhúsum. 5. Veðskuldarlán til endumýggingar og umbygg- ingar av vakstrarhúsum. Stk. 2. Grunnurin kann veita fylgjandi studningar. 1. Stuðul til nýbygging 2. Stuðul til umbygging 3. Stuðul til gransking og vømmenning 4. Stuðul til marknaðarføring 5. Stuðul til orkusparandi tiltøk Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur og treytir fyri láni- og stuðulsveitingunum. § 6. Roknskaparár gmnsins, er álmanakkaárið. Stk. 2. Roknskapimir sambært stk. 1 verða grann- skoðaðir av løggildum grannskoðara. Stk. 3. Grannskoðaðu roknskapimir verða sendir landsstýrismanninum við frágreiðing og viðmerk- ingum frá Føroya Jarðarráði. § 7. Grunnurin em leysur av øllum skatti og av- gjøldum til land og kommunu. Tórshavn, 20. august 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.