Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.09.1997, Side 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.09.1997, Side 3
407 F. Sandoyar sýsla G. Suðuroyar sýsla a. Fastur limur: Hanus undir Leitinum, Húsavík a. Fastur limur: Eyðbjørg Mortensen, Lfðin, Tvøroyri b. Tiltakslimur: Tórálvur Poulsen, Skopun b. Tiltakslimur: Petur Vilhelm, Vágur Løgmansskrivstovan, 19. september 1997 Eilif Samuelsen (sign) varaløgmaður / Jalgrím Hilduberg (sign.) Nr. 139 19. september Kunngerð um forsorgarstuðul til fólk undir útbúgving Við heimild í §10, stk. 2, 2. pkt. í lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sb. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997, hevur almanna- og heilsumála- stýrið fyrisett: § 1. Um so er at treytimar í lógini annars eru loknar, kann fyribilshjálp eftir § 9 í forsorgarlógini veitast persóni undir útbúgving, 1) sum tørvar stuðul orsakað av sjúku, bamsburði, føðing, sliti av samlívinum við hjúnarfelaga, ar- beiðsloysi ella aðrari almennahending, 2) sum hevur fingið játtað farloyvi frá útbúgving- arstaðnum, ella 3) sum áðrenn arbeiðsloysið hevur havt fulltíðarar- beiði og hevur útbúgvið seg í frítíð síni. § 2. Ein persónur, sum fær stuðul eftir § 9 í forsor- garlógini, kann við góðkenning Almannastovunnar 1) luttaka í undirvísing um dagin áðrenn kl. 16, um undirvísingin ikki er góðkend sum gevandi rætt til ÚS-stuðul, 2) luttaka í HF-stakgreinsundirvísing undir 20 tím- ar um vikuna, og 3) luttaka í undirvísing, svarandi til 8.-10. flokk í fólkaskúlanum. 4) Hóast reglumar í litra a - c kann hjálpin verða útgoldin, um undirvísingin er aftaná kl. 16 ella um leygardagar og sunnu- og halgidagar. Stk. 2. Tað er ein fyritreyt fyri luttøku í undirvísing eftir stk. 1, at viðkomandi persónur, sum fær stuðul útgoldnan, skal verða til reiðar at steðga við undir- vísingini, um so er, at honum stendur í boðið at fáa eitt arbeiði. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 19. september 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.