Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.09.1997, Page 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.09.1997, Page 4
408 Nr. 140 19. september Kunngerð um grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu Við heimild í § 3, stk. 2 og § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um grunn fyri vakstrar- hús og grønmetisframleiðslu verður fyrisett: Umsiting § 1. Formaður stýrisins fyrireikar mál sum verða løgd fyri stýrið. Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur eitt embætisfólk fyri Vinnumálastýrið, sum verður tilnevnt stýrinum. Tilnevnda embætisfólkið luttekur á fundunum við talurætti, tó uttan atkvøðurætt. Stk. 3. Dagliga virksemi stýrisins verður fyrisitið av Føroya Idnaðargrunni. § 2. Formaður stýrisins stjómar og leggur fundimar til rættis. § 3. Stýrið hevur fund á teimum av stýrinum sam- tyktu fundardøgunum, og annars so ofta formaðurin heldur orsøk vera fyri tí, ella tveir av limum stýris- ins krevja tað. Formaðurin boðar til fundar. Stk. 2. Saman við fundarboðum skal fylgja ein fund- arskrá, sum tilskilar tey mál ið koma til viðgerðar saman við tørvandi tilfari, ið lýsir málini. § 4. Stýrið er viðtøkuført, tá ið tveir av limum tess em tilstaðar. Stk. 2. Avgerðir stýrisins verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. I fall at tað stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. § 5. Berst limi frá at luttaka á fundi, boðar formað- urin tiltakslimi hansara til fundar. § 6. Fundarfrágreiðing skal gerast frá fundum stýris- ins. Frágreiðingin skal rúma tiknar avgerðir, har til- skilað verða tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerð stýrisins. Um avgerð er tikin við atkvøðumeiriluta, verður hetta at tilskilað í fundarfrágreiðingini. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av formanninum, stýrisins vegna, og goymd saman við fundartilfarinum. Lán og stuðul § 7. Fyri at fáa lán ella stuðul úr gmnninum skal tað fyriliggja ein skrivlig verkætlan við fýlgjandi upplýsningum: 1) Endamálið við ætlanini. 2) Kostnaðurin av ætlanini. 3) Støddin av eginfígging í verkætlanini. 4) Upplýsingar um umsókn til fígging ella stuðul frá øðrum enn grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu. 5) Lýsing sum vísir, hvøija ávirkan verkætlanin hevur á rakstur og gjaldføri umsøkjarans. § 8. Lán og/ella stuðul kann veitast, treytað av: 1) at umsøkjarin hevur neyðugan fakligan kunn- leika til at fremja verkætlanina 2) at lánið og/ella stuðul hava avgerandi týdning fyri verkætlanina. § 9. Játtanin um lán ella stuðul dettur burtur, um 1) umsøkjarin ikki longur lykur treytimar fyri láni og/ella stuðíi 2) umsøkjárín gevur skeivar ella villleiðandi upp- lýsningar, ella hevur afturhildið upplýsningar, sum høvdu verið týdningarmiklir fyri játtanina. § 10. Lán úr gmnninum kunnu í mesta lagi verða 30% til tey í § 4 í lógini nevndu endamál, tó í mesta lagi kr. 500.000,-. Stk. 2. Stuttfreistað lán kunnu' veitast upp til 5 ár. Stk. 3. Byggilán kunnu veitast upp til 2 ár. Stk. 4. Veðskuldarlán kunnu veitast upp til 10 ár. Stk. 5: Lánsrentan verður sett til 1% yvir eina og hvørja tíð galdandi diskontorentu Stk. 6. Av hvørjum útláni verður tikin stovningar- provisión uppá 2% av høvuðsstólinum. § 11. Stuðul ur granninum til tey í § 4 í lógini nevndu endamál kann í mesta lagi verða kr. 500.000,-, og verður veittur soleiðis: 1) 10% í stuðli til nýbygging 2) 10% í stuðul til umbygging 3) 50% í stuðul til gransking og vømmenning 4) 30% í stuðul til marknaðarføring 5) 20% í stuðul til orkusparandi tiltøk.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.