Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.09.1997, Qupperneq 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.09.1997, Qupperneq 6
410 Nr. 141 19. september Kunngerð um kappingarráð Við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping verður fyrisett: § 1. Formaður ráðsins fyrireikar mál sum verða løgd fyri ráðið. Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur eitt embætisfólk fyri Vinnumálastýrið, sum verður tilnevnt ráðnum. Tilnevnda embætisfólkið luttekur á fundum við talu- rætti, tó uttan atkvøðurætti. Stk. 3. Dagliga virksemi ráðsins verður fyrisitið av einari skrivstovu. § 2. Formaður ráðsins stjómar og leggur fundimar til rættis. § 3. Kappingarráðið hevur fund á teimum av ráðn- um samtyktu fundardøgunum, og annars so ofta for- maðurin heldur orsøk vera fyri tí, ella tá stjórin á skrivstovu ráðsins ella tveir av limum ráðsins krevja tað. Formaðurin boðar til fundar. Stk. 2. Saman við fundarboðum skal fylgja ein fund- arskrá, sum tilskilar tey mál, ið koma til viðgerðar saman við tørvandi tilfari, ið lýsir málini. Stk. 3. Stjórin fyri skrivstovu ráðsins ella varamaður, hava sæti á fundum kappingarráðsins við talurætti, tó uttan atkvøðurætt. § 4. A fundum ráðsins verða prinsipiell mál viðgjørd og annars mál av avgerandi týdningi. Hevur eitt mál bráskund, og ráðið ikki fær komið saman, tekur for- maðurin avgerð ráðsins vegna. Frágreiðing um tílík- ar avgerðir verða givnar á næstkomandi ráðsfundi. Stk. 2. I samband við dagliga virksemi ráðsins kann skrivstova tess, uttan at leggja málið fyri kappingar- ráðið, taka avgerð í ítøkuligum málum samsvarandi fastari siðvenju ella eftir stevnumiðum ásett av kappingarráðnum. Stk. 3. Stjórin á skrivstovu ráðsins, limir ráðsins ella tilnevnda embætisfólkið kunnu krevja, at eitt mál verður lagt fyri kappingarráðið. Stk. 4. Á fundum ráðsins greiður stjórin frá arbeiði skrivstovunnar. § 5. Ráðið er viðtøkuført, tá ið minst 3 limir eru til- staðar. Stk. 2. Avgerðir ráðsins verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. I fall at tað stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. § 6. Berst limi frá at luttaka á fundi, boðar formað- urin varalimi hansara til fundar. § 7. Fundarfrágreiðing skal gerast frá fundum ráðs- ins. Frágreiðingin skal rúma tiknar avgerðir, har til- skilað verða tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerð ráðsins. Um avgerð er tikin við atkvøðumeiriluta, verður hetta at tilskilað í fundarfrágreiðingini. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av formanni ráðsins og goymd saman við fundartilfarinum á skrivstovu ráðsins. § 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. september 1997. Vinnumálastýrið, 19. september 1997 Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Ami Poulsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.