Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 17.10.1997, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 17.10.1997, Blaðsíða 1
413 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 19 ISSN 0907-905X Nr. 144 16. oktober Kunngerð um avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum Við heimild í § 9, stk. 4, § 19 og § 40 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 133 ffá 9. august 1997, verður fyrisett: § 1. Kunngerðin fevnir um avreiðingar av ráftski veitt á føroysku landleiðunum og/ella í íslendskum sjóøki av øllum føroyskt skrásettum skipum. § 2. 011 veiða sambært § 1 skal avreiðast um eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkenda innvigingarskipan í Føroyum, jvb. tó § 3. Veiðan skal annaðhvørt seljast beinleiðis til fiskavirki í Føroyum til virkingar ella bjóðast út á uppboðssølu í Føroyum. Stk. 2. Verður fiskur fluttur óvirkaður av landinum, skal útflytarin yvirfyri tollvaldinum skjalprógva, at fiskurin hevur verið alment útboðin í Føroyum ann- aðhvørt á gólvuppboðssølu ella á almennari telefon- uppboðssølu, soleiðis at keypari hevur møguleika at keypa partar av veiðuni. Stk. 3. Tá avreitt verður kann verða loyvt, at fiskurin ikki verður hálvdur úr køssunum til vigingar, um fiskifarið hevur fráskilt og støddarskilt tann runda ftskin umborð. Ut frá staksýni fæst ein endalig upp- gerð yvir støddir og vekt. Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið letur gera serligt oyðublað, har útflytarin m.a. skal upplýsa, hvar ftskurin er inn- vigaður í landinum og hvussu hann hevur verið út- boðin. Upplýsingamir skulu váttast av tí, sum hevur innvigað og útboðið fiskin. § 3. Hóast ásetingamar í § 2 kunnu føroysk fiskifør avreiða beinleiðis uttanlands svarandi til 25% av nøgdini uppgjørt 4. hvønn mánaða, veitt á teimum í § 1 nevndu leiðum uttan at hetta ávirkar nýtta fiski- dagatalið ella egnu kvotu. Avreiðingamar uttanlands kunnu bert fara fram á einari av Fiskiveiðueftirlitin- um góðkendari innvigingarskipan. Stk. 2. Skiparin boðar Fiskiveiðueftirlitinum frá í seinasta lagi 1 tíma eftir at byrjað er at sigla til út- lendska marknaðin. § 4. Avreiðir fiskifar beinleiðis uttanlands, og avreitt er meir enn 25% av nøgdini uppgjørt 4. hvønn mán- aða, verður nýtta fiskidagatalið ella egna kvota fyri túrin hækkað við 30%. Ein túmr í hesum sambandi er at rokna frá tí, at fiskifar fer til ftskiskap til tað er komið í ta havn uttanlands, har veiðan verður av- reidd. Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið førir yvirlit yvir allar av- reiðingar uttanlanda fyri hvørt ftskifarið sær. Gjørt verður upp 4. hvønn mánaða, tó verður gjørt upp fyrstu ferð 1. januar 1998. § 5. Fiskiveiðueftirlitið hevur í samstarvi við Toll- og Skattstovu Føroya eftirlit við, at reglumar í hesi kunngerð verða fylgdar. Toll- og Skattstovan boðar Fiskiveiðieftirlitinum frá møguligum brotum á kunngerðina. § 6. Brot móti hesi kunngerð verður revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi 5 dagar eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið 16. oktober 1997 John Petersen landsstýrismaður /Kaj P. Mortensen

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.