Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.11.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.11.1997, Blaðsíða 2
418 Nr. 148 14. november Kunngerð um avreiðing av físki til innvigingar í Føroyum Við heimild í § 9, stk. 4, § 19 og § 40 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 9. au- gust 1997, verður fyrisett: § 1. Kunngerðin fevnir um avreiðingar av allari veiðu veidd á føroysku landleiðunum og/ella í ís- lendskum sjóøki av øllum føroyskt skrásettum skip- um. Undantikin eru tó lodna, sild, makrelur, rossa- makrelur, gullaksur, laksur, kalvi og hávasløg. § 2. 011 veiða sambært § 1 skal avreiðast um eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkenda innvigingarskipan í Føroyum, smb. tó § 3. Veiðan skal annaðhvørt seljast beinleiðis til fiskavirki í Føroyum til virkingar ella seljast á uppboðssølu í Føroyum. Stk. 2. Verður fiskur fluttur óvirkaður av landinum, skal útflytarin yvirfyri tollvaldinum skjalprógva, at fiskurin hevur verið alment boðin út og seldur á upp- boðssølu í Føroyum, har keypari hevur havt møgu- leika at keypa partar av veiðuni. Óvirkaður fiskur í hesum sambandi er ósløgdur, sløgdur ella avhøvdað- ur fiskur, sama hvussu hann er goymdur. Stk. 3. Tá avreitt verður, kann verða loyvt, at fiskurin ikki verður hálvdur úr køssunum til vigingar, um fiskifarið hevur skilt fiskin umborð. Ut frá staksýni fæst ein endalig uppgerð yvir støddir og vekt. Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið letur gera serligt oyðublað, har útflytarin m.a. skal upplýsa, hvar fiskurin er inn- vigaður í landinum og hvussu hann hevur verið út- boðin. Upplýsingamar skulu váttast av tí, sum hevur innvigað, boðið út og selt fiskin. § 3. Hóast ásetingamar í § 2 kunnu føroysk fiskifør avreiða beinleiðis uttanlands, svarandi til 25% av nøgdini uppgjørt 4. hvønn mánaða, veitt á teimum í § 1 nevndu leiðum, uttan at hetta ávirkar nýtta fiski- dagatalið ella egnu kvotu. Fiskifør, sum ikki em und- ir fiskidaga- ella kvotuskipan, skulu í minsta lagi av- reiða 75% av teirri í § 1 nevndu veiðu um eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan í Føroyum. Avreiðingarnar uttanlands kunnu bert fara fram á einari av Fiskiveiðueftirlitinum góðkend- ari innvigingarskipan. Stk. 2. Skiparin boðar Fiskiveiðueftirlitinum frá í seinasta lagi 1 tíma eftir at byrjað er at sigla til út- lendska marknaðin. § 4. Avreiðir fiskifar beinleiðis uttanlands, og avreitt er meira enn 25% av nøgdini uppgjørt 4. hvønn mán- aða, verður nýtta fiskidagatalið ella egna kvota fyri hvønn túr, avreitt hevur verið uttanlands í tíðar- skeiðnum sambært stk. 2, hækkað við 30%. Ein túrur í hesum sambandi er at rokna frá tí, at fiskifar fer til fiskiskap, til tað er komið í ta havn uttanlands, har veiðan verður avreidd. Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið førir yvirlit yvir allar av- reiðingar uttanlands fyri hvørt fiskifarið sær. Gjørt verður upp 4. hvønn mánaða, tó verður gjørt upp fyrstu ferð 1. januar 1998. § 5. Fiskiveiðueftirlitið hevur í samstarvi við Toll- og Skattstovu Føroya eftirlit við, at reglumar í hesi kunngerð verða fylgdar. Toll- og Skattstova Føroya boðar Fiskiveiðieftirlitinum frá møguligum brotum á kunngerðina. § 6. Brot móti hesi kunngerð verður revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 144 frá 16. oktober 1997. Fiskimálastýrið, 14. november 1997 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Ulla Svarrer Wang (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.