Føroya kunngerðasavn A og B - 27.11.1997, Síða 1
421
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 21
ISSN 0907-905X
Nr. 149 21. november
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um lántøku til landskassan
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1.
í løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1995 um lántøku til
landskassan verður § 1, stk. 2 orðað soieiðis:
“Stk. 2. Landsstýrið fær heimild til at leggja upp til
12,5 mió.kr. av lánsupphæddini til Framtaksgrunnin
um til stovnsfæ ella eginpening, treytað av, at við-
tøkumar fyri Framtaksgmnnin verða broyttar sams-
varandi uppskoti Búskaparmálaráðsins 19. novem-
ber 1997.”
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini
strikaður.
Tórshavn, 21. november 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður