Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.11.1997, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.11.1997, Blaðsíða 8
428 Nr. 151 24. november Kunngcrð um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini, fólkapensiónslógini og avlamispensiónslógini Við heimild í § 18, stk. 6 í forsorgarlógini, § 14, stk. 4 í fólkapensiónslógini og § 15, stk. 3 í avlamispen- siónslógini verður fyrisett: Vanligar treytir § 1. Persónum, ið eru avlamnir, varandi sjúkir ella ellisbrekaðir, kann Almannastovan, eftir umsókn, veita stuðul til ávísan heilivág, smb. § 18, stk. 5 í forsorgarlógini. Stk. 2. Við heilivág eftir hesi kunngerð er at skilja læknafyriskipaður heilivágur og harumframt útgerð, ið hevur beinleiðis samband við læknafyriskipaða viðgerð. Stk. 3. Við varandi sjúku ella varandi nýtslu eftir hesi kunngerð er at skilja sjúka ella nýtsla, ið verður mett at vara í 6 mánaðir ella meira. Stk. 4. Stuðul eftir stk. 1 verður veittur, um heilivág- urin, nevndur í stk. 2, er neyðugur til tess at viðko- mandi fær arbeitt, kann bøta munandi um brekið ella kann lætta munandi um dagligu tilveruna. § 2. Pensionistar kunnu fáa stuðul til heilivág eftir § 14, stk. 1 í fólkapensiónslógini og § 15, stk. 1 í av- lamispensiónslógini sum persónligt ískoyti. f slíkum førum verður egingjaldið at rokna út sum ásett í § 6. Stk. 2. Hóast ein pensionistur ikki lúkar treytimar í § 2, stk. 1, kann hann fáa stuðul til heilivág eftir § 1. § 3. Stuðul kann bert veitast til útreiðslur, ið ikki kunnu verða rindaðar av sjúkrakassa ella aðrari trygging. § 4. Stuðul verður ikki veittur eftir § 1 til heilivág, ið er keyptur, áðrenn umsókn er latin Almannastov- uni. Egingjald § 5. Stuðul eftir § 1 kann einans veitast til útreiðslur omanfyri kr. 400,- um ársfjórðingin. Stk. 2. Egingjald hjá bømum verður at rokna uppí egingjaldið hjá mammuni, ella tí, sum í hennara stað hevur foreldrarættin, soleiðis at hetta tilsamans er kr. 400,- um ársljórðingin. Stk. 3. Um fíggjarligu umstøður umsøkjarans verða mettar at vera serliga tmplar, kann stuðul verða veittur eftir § 15, stk. 2 í forsorgarlógini til egin- gjaldið. Fyri pensiónistar kann stuðul í hesum fømm verða veittur sum persónligt ískoyti eftir § 14, stk. 1 í fólkapensiónslógini og eftir § 15, stk. 1 í avlamis- pensiónslógini. § 6. Stuðul eftir § 2 til pensiónistar, ið um mánaðin hava eina inntøku, pensión íroknað, ið svarar til fól- kapensión og útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønar- grunninum, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 200,- um árs- fjórðingin. Stk. 2. Pensiónistar, ið um mánaðin hava eina inn- tøku, pensión íroknað, ið svarar til miðal avlamis- pensión, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 400,- um árs- fjórðingin eftir § 2. Stk. 3. Pensiónistar, ið um mánaðin hava eina inn- tøku, pensión íroknað, ið svarar til hægstu avlamis- pensión, gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 600,- um árs- fjórðingin eftir § 2. Stk. 4. Um umstøðumar hjá pensiónistinum verða mettar at vera serliga tmplar, kann egingjaldið verða niðursett ella detta burtur. Stk. 5. Er pensiónisturin giftur, em inntøkuupphædd- imar, nevndar í stk. 1-3, pensiónsupphæddimar fyri hjún. Kærumøguleiki og gildiskoma § 7. Avgerðir, tiknar av Almannastovuni sambært hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur kærast til Kæm- nevndina í almannamálum. § 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998. Almanna- og heilsumálastýrið, 24. november 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.) Prent: Dimmalætting 11212 Hefti 21 *Nr. 149-151 * Útgivið tann 27. november 1997

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.