Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 3
475 Nr. 166 29. desember Løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur útróðrarman- na, verður úr landskassanum latin mánaðarligur minstaforvinningur til manning, sum er heimahoyr- andi í Føroyum, ella sum sambært sáttmála við onn- ur lond kann koma undir skipanina, og sum búgva í Føroyum og vinna á føroyskt skrásettum fiskiførum á útróðri á føroysku landleiðunum. § 2. Útróðrarmaður hevur rætt til mánaðarligan minstaforvinning, um so er, at fiskifarið hevur avreitt í minsta lagi fyri í meðal kr. 9.000,- fyri hvønn mannin, fyri hvønn mánaða teir seinastu 6 mánaðar- nar frammanundan. Stk. 2. Hesar reglur eru galdandi fyri tal av manning, sum í mesta lagi hava rætt til minstaforvinning: Fiskifør undir 15 Brt. 4 menn, millum 15 og 20 Brt. 5 menn. Av hesum kunnu 2 vera egnarar á landi. Stk. 3. Um so er, at treytimar í § 2, stk. 1 ikki em loknar vegna serligar umstøður so sum brek á ella útskiftan av fiskifari, longri sjúkralegu v.m. kann frá- vik gerast, tó hægst 2 ferðir í einum álmanakkaári. Frávik verður bert loyvt, um neyðugt próvtilfar fyri- liggur. § 3. Um manning á fiskifari skal koma undir skipa- nina við mánaðarligum minstaforvinningi, skal báts- formaðurin fyri hvønn mánaða lata Lønjavningar- gmnninum skrivliga fráboðan. Tilmeldingin við lista yvir manningina skal vera Lønjavningargmnninum í hendi, undirskrivað av manning og bátsformanni, í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, sum ætlanin er at koma undir skipanina. Stk. 2. Um avloysari ella nýggjur maður kemur við á fiskifar fyri annan mann, ella um maður fer av fiski- farinum, fráboðar bátsformaðurin skrivliga hesar broytingar til Lønjavningargrunnin beinanvegin. I mánaðamppgerðini skal greitt framganga, hvør hev- ur verið við hvønn dag. Stk. 3. Manning á fiskifari, ið kemur undir skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi, kann ikki í sama tíðarskeiði koma undir aðra inntøkutrygdar- skipan ella koma undir hesa inntøkutrygdarskipan við fleiri fiskifømm. § 4. Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrar- menn er kr. 8.200,- um mánaðin. Minstiforvinning- urin verður minkaður við kr. 5,- fyri hvørjar kr. 10,-, ið útróðrarmaður hevur forvunnið í aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður. Stk. 2. Fyri A-inntøku verður minkingin sambært stk. 1 roknað í mun til ta upphædd, ið útróðrarmaðu- rin sambært skattavaldinum hevur fingið útgoldið í inntøku uttan mun til nær inntøkan er forvunnin í mánaðinum, sum minstiforvinningurin verður út- goldin fyri. Stk. 3. Er talan um fiskipart eftir hesi skipan, skal minkingin sambært stk. 1 verða roknað sum 42% av bmttoavreiðingarvirðinum, býtt við manningartalin- um. Stk. 4. Frítíðarløn verður ikki løgd omaná minstafor- vinning. § 5. Mánaðarligur minstiforvinningur verður avrok- naður aftaná 15. í mánaðinum eftir, at hann er vun- nin, ella so skjótt mánaðaruppgerðin er innkomin eftir hesa freist. § 6. Skipanin við mánaðarligum minstaforvinningi verður umsitin av Lønjavningargmnninum. Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum í fiski- vinnumálum at áseta í kunngerð nærri reglur um mannagongdir v.m. til tess at útinna hesa lóg. § 7. Lønjavningargrunninum verður heimilað at útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av stuðlin- um, og avvarðandi stovnar og vinnufeløg/fólk hava skyldu at lata neyðugt próvtilfar í sambandi við út- inningina av hesum stuðulsreglum. § 8. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998. Sam- stundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 81 frá 28. mai 1996 um mánaðarligan minstaforvinning til skrásett- ar útróðrarmenn. Tórshavn, 29. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.