Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 5
477 Nr. 168 30. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L I løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: Kap. 1 1) I § 1, stk. 1 verða gjørdar hesar broytingar: í nr. 2 verður »Føroya Landsstýri« broytt til: »Landsstýrismaðurin í skattamálum«. í nr. 3 verður »Líkningarráð Føroya verður heimilað« broytt til: »Landsstýrismaðurin í skattamálum fær heimild til«. í § 3 verða gjørdar hesar broytingar: I stk. 2, 3 og 4 verður »Landsstýrið« broytt til: wLandsstýrismaðurin í skattamálum«. § 4 verður orðað soleiðis: »§ 4. Fljúnarfelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Stk. 2. Uppgerðin av skattskyldugu inntøkuni hjá hjúnafeløgum fer fram eftir teimum regl- um, sum ásettar eru í hesi lóg fyri uppgerð av skattskyldugu inntøkuni. Reka hjúnafel- agar í felag sjálvstøðugt vinnuvirki, skal úrslitið av vinnuvirkinum takast við í upp- gerðina í skattskyldugu inntøkuni hjá hjúnu- num í mun til luttøku teirra í rakstrinum. Er annar hjúnafelagin í starvi hjá hinum hjúna- felagnum verður frádráttur fyri lønarút- reiðslur bert góðkendur í tann mun samsýn- ingin svarar til veruliga arbeiðsavrikið. Um hjúnini hava skattskylduga inntøku, ið stavar frá ognum í hjúnabandinum, skal hvør teirra taka við í skattskyldugu inntøkuuppgerðina ta inntøku, ið stavar frá egnum ognum. Stk. 3. í teimum í stk. 2 nevndu førum verður landsstýrismaðurin í skattamálum heimilaður til við kunngerð at fyriskriva neyvari reglur fýri, hvussu uppgerðin av skattskyldugu inn- tøkuni hjá sambúgvandi hjúnafeløgum, sum báðir eru skattskyldugir eftir § 1, skal verða framd. Stk. 4. í samband við sundurlesing ella skiln- að millum sambúgvandi hjúnafelagar verður sambúgvið skattliga mett sum uppathildið samstundis sum sundurlesing ella skilnaður fer fram. Stk. 5. Tá ið hjún slíta sambúð sína uttan at talan er um sundurlesing ella skilnað, verður sambúgvið skattliga mett sum uppathildið við endan á tí inntøkuári, tá ið sambúgvið helt uppat. Stk. 6. Tá ið hjún eftir at hava slitið sambúgv gerast sambúgvandi aftur, verða tey frá somu stund eisini skattliga mett sum sambúgvandi. Stk. 7. Um skattskyldan eftir § 1 fellur burtur hjá tí eina ella báðum hjúnafelagunum, verð- ur sambúgvið skattliga mett sum uppathildið, tá ið skattskyldan fellur burtur«. 4) § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: »Stk. 3. Tá inntøkan hjá bømum, ið búgva heima og sjálv eru skattskyldug, verður mett til skatt, verður ikki talt upp í tað, sum tey fáa til uppihald, heilt ella lutvís frá foreldru- num, uttan so at hetta er viðurlag fyri starv í virki foreldranna ella vinnu, og tað tí er drig- ið frá skattskyldugu inntøku teirra«. Kap.2 5) Stk. 2 í § 6 verður strikað. 6) § 9 verður strikað. 7) § 10 verður strikað. 8) § 12 verður strikað. 9) § 13 verður orðað soleiðis: »§ 13. Doyr giftur persónur, og velur eftirsit- andi hjúnafelagin í beinleiðis sambandi við andlátið at sita í óskiftum búgvi við felags- búnum, verður eftirsitandi hjúnafelagin at seta í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí inntøkuári andláti var. Stk. 2. Gjørd verður ein álíkning av inntøk- uni hjá tí deyða og ein av inntøkuni hjá tí eftirsitandi hjúnafelaganum fyri hetta inn- tøkuár. Stk 3. Eftirsitandi hjúnafelagin kemur skatt- liga fult og heilt í stað hins deyða«. 10) í § 14 verða gjørdar hesar broytingar: í stk. 2 verður »skattavaldið« broytt til: »líkningarvaldið«. í stk. 3 verður »skattavaldið« broytt til: »líkningarvaldið« og »Líkningarráðnum« broytt til: “líkningarvaldinum.” í stk. 4 verður »skattamyndugleikunum« broytt til: »líkningarmyndugleikunum«. í stk. 5, 1. pkt. verður »skattavaldsins« broytt til: »líkningarvaldsins«. I 2. pkt. verð- ur »skattavaldinum« broytt til: »líkningar- valdinum«, og í 3. pkt. verður »skattavaldið« broytt til: »líkningarvaldið«. í stk. 7 verður »Líkningarráð Føroya« broytt til: »Landsstýrismaðurin í skattamálum«. 11) f § 15, stk. 2 verður »skattavaldinum« broytt 2) 3)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.