Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 17

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 17
489 stk. 1 ikki eru loknar, um nevndin metir at serlig viðurskiftir gera seg galdandi. Kap.4 Toll- og Skattaráðið § 19. Toll- og Skattaráð Føroya fastleggur tey stevnumið, sum Toll- og Skattstova Føroya skal arbeiða eftir á toll-, avgjalds- og skattaøkinum. Stk. 2. Toll- og Skattaráðið er skipað av 5 limum og 5 varalimum, sum landsstýrismaðurin í skattamálum tilnevnir fyri 4 ár, og ger landsstýrismaðurin í skatta- málum samstundis av, hvør skal vera formaður, og hvør skal taka sæti hansara, um honum berst frá. Ein av ráðslimunum skal vera roknskaparkønur, annar lógkønur, triði fastognar- og byggikønur og hinir báðir verða tilnevndir eftir tilmæli frá kommunu- num. Annar av Føroya Kommunufelag, og hin av kommununum sum ikki eru limir í felagnum. Sama er galdandi fyri varamenn. Stk. 3. Somu reglur, sum eru galdandi um, hvør hevur skyldu at taka við í bý/bygdarráði og kommu- nalu skattakærunevndunum, er galdandi fyri limir Toll- og Skattaráðsins. Stk. 4. Limimir fáa samsýning, sum landsstýrismað- urin í skattamálum ásetur. Stk 5. Til tess at veita Toll- og Skattaráðnum hjálp, tá biðið verður um tað viðvíkjandi serliga fløktum og truplum málum, kann landsstýrismaðurin í skatta- málum skipa fyri serkønari hjálp. Hjálparmenn fáa løn, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur. Stk. 6. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera reglur fyri virkið hjá Toll- og Skattaráðnum. § 20. Toll- og Skattaráð Føroya hevur saman við Stýrinum eftirlit við skattaálíkningin og toll- og av- gjaldsfyrisitingini og ansar eftir, at hon á øllum økis- skrivstovum fer fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvar við reglumar í galdandi lóggávu. Toll- og Skattaráðið kann eftir tilmæli frá Stýrinum geva veg- leiðingar skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisi- tingini viðvíkjandi. Somuleiðis kann Toll- og Skatta- ráðið eftir tilmæli frá Stýrinum - bæði meðan skatta- álíknað verður og seinni - áleggja líkningarvaldinum at álíkna skattin uppaftur fyri einstakar skattgjaldarar ella allar, og áleggja Stýrinum at broyta toll- og av- gjaldsútrokningar, sum økisskrivstovumar hava gjørt. Stk. 2. Toll- og Skattaráðið kann eisini eftir tilmæli frá Stýrinum, bæði meðan skattaálíknað verður og seinni áleggja Stýrinum at broyta skattsetingar, sum økisskrivstovumar hava gjørt. Toll- og Skattaráðið kann eftir tilmæli frá Stýrinum biðja Stýrið taka álíkningar, íroknað metingar og aðrar avgerðir upp til nærri kanningar og gera broytingar í hesum. Somuleiðis kann Toll- og Skattaráðið eftir tilmæli frá Stýrinum biðja Stýrið taka toll- og avgjalds- avrokningar, sum økisskrivstovumar hava gjørt upp til nærri kanningar og gera broytingar í hesum. Stk. 3. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt, áður enn 2 ár em liðin frá tí, at skattaárið gekk út. Áðrenn skattaálíkning verður broytt, skal skattgjaldarin fáa høvi til skrivliga at gera sínar viðmerkingar til skattsetingina. § 21. 011 tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur sett í skatt, ella sum Toll- og Skattaráðið hevur broytt skattaálíkningina hjá, kunnu kæra avgerðina til Landsskattakærunevndina. Somuleiðis kunnu tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur álagt toll- ella av- gjald, kæra avgerðina til ávikavist Tollkæm- ella Meirvirðisavgjaldskæmnevndina, og skal slík kæra verða send skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð Toll- og Skattaráðsins. Kap. 5 Landsskattakærunevndin § 22. Landsskattakæmnevndin viðger skattakærur. Stk. 2. í landsskattakæmnevndini em 5 av landss- týrismanninum í skattamálum tilnevndir limir. 2 av limunum skulu vera lógkønir, 1 roknskaparkønur, 1 skal umboða arbeiðsgevarafeløgini og 1 verkaman- nafeløgini. Landsstýrismaðurin tilnevndir umboðini fyri arbeiðsgevarafeløgini og verkamannafeløgini eftir tilmæli frá feløgunum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum tilnevnir formannin og næstformannin, sum skulu verða lóg- ella roknskaparkønir. Á sama hátt tilnevnir landss- týrismaðurin 5 varalimir. Starvstíð nevndarinnar og varalimanna er 4 ár. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um fastur skrivari skal setast í starv, ella um skrivaraar- beiði skal liggja hjá einum almennum kærustovni. Stk. 5. Til tess at veita landsskattakærunevndini hjálp, tá biðið verður um tað viðvíkjandi serliga fløktum og truplum málum, kann landsstýrismaðurin í skattamálum eisini skipa fyri serkønari hjálp. Hjálparmenn fáa løn, sum landsstýrismaðurin í skat- tamálum ásetir. Stk. 6. Limimir fáa løn ella samsýning, sum lands- stýrismaðurin í skattamálum ásetur. § 23. Somu reglur, um hvør kann taka lut í kæm- viðgerð sambært § 13, stk. 3 er eisini galdandi fyri limir í landsskattakæmnevndini. § 24. Landsskattakærunevndin ger úrskurð um kæmr um tær metingar av tí skattskyldugu inntøkuni, sum kommunalu skattakæmnevndimar, stýrið ella Toll- og Skattaráðið hava gjørt. Stk. 2. Skattgjaldari kann sjálvur senda inn kæm um skattseting. Tó kann skattgjaldari ikki skjóta skatt-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.