Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Side 22

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Side 22
494 Nr. 173 30. desember Løgtíngslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: f løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Lógarheitið verður broytt til: »Løgtingslóg um áseting av skatti«. 2) Sum nýggj § 9 verður sett: »§ 9. Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattaði, tó treytað av, at feløgini hava sáma roknskaparár og eru heimahoyrandi í Føroyum. Loyvi verður bert givið, um talan er um móður- og đótturfeløg, og er hartil treytað av, at móðurfelagið, antin einsa- malt ella saman við einum ella fleiri av dóttur- feløgum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum sam- skattingin viðvíkir. Stk. 2. Hall, sum er frá tíðini áðrenn feløgini vórðu samskattaði, kann einans dragast frá eftir § 33, nr. 5 í samtíðarskattalógini í felagsins egna yvirskoti. Stk. 3. Fyri samskattaði feløg ábyrgist móðurfel- agið fyri tí samlaða inntøkuskattinum viðvíkj- andi inntøkuárinum. Móðurfelagið ábyrgist eis- ini fyri hækkingum í inntøkuskattinum fyri árini undan samskattingini. Lækkingar í inntøkuskatt- inum hjá samskattaðu feløgunum skulu gjaldast móðurfelagnum, eisini tá tað snýr seg um skatta- ár undan samskattingini. Tey samskattaðu feløg- ini bera samábyrgd fyri inntøkuskatti viðvíkjandi inntøkuárinum. Stk. 4. Landsstýrismanninum í skattamálum verður heimilað at áseta nærri treytir fyri sam- skatting.« 3) § 9 verður eftir hetta § 10. §2. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998, og er gald- andi fyri samanleggingar frá hesum degi. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 174 30. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L f løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald verður gjørd henda broyting: § 1 verður orðað soleiðis: »§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur giftur per- sónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald.«. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.