Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Page 23

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Page 23
495 Nr. 175 30. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt § L í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) í § 48, stk. 2 verður 1. lið orðað soleiðis: »Stk. 2. Atvinnu í eini kommunu hevur tann per- sónur, tað deyðsbúgv, felag v.m. ella felags- skapur (smb § 1, nr. 7, 8, 10, 11, 12, 13, 14 og 15), ið:«. 2) í § 48, stk. 2, nr. 1 fella orðini »banka« og »tryggingar« burtur. 3) Eftir § 48 verður sum nýggj grein sett: »§ 48a. Peningastovnar, tryggingarfeløg og vinnurekandi grunnar, sum eftir reglunum í hesi lóg bert eru skattskyldug til eina komm- unu sum tilhalds-/heimakommunu, eru at- vinnuskattskyldug til allar hinar kommunumar í Føroyum.«. 4) í § 49, stk. 5 verður eftir »v.m.« sett: »burtursæð frá teimum í § 48 a nevndu,«. 5) f § 49 verður sum nýtt stk. sett: »Stk. 6. Tey í § 48a nevndu feløg v.m. era skatt- skyldu til atvinnukommunumar tá treytinar fyri skattskyldu til tilhalds-/heimakommununa eru loknar.«. 6) f § 51, stk. 4, 2. pkt. fellur »inntøkum felagsins v.m.« burtur, og ístaðin kemur: »inntøkunum hjá feløgum v.m., smb. § 48, stk. 2, nr. 1«. 7) Eftir § 51, stk. 4, 2. pkt. kemur sum nýtt pkt.: »Av tí kommunuskatti, sum verður álíknaður í heimstaðarkommununi av samanløgdu inntøk- unum hjá teimum í § 48a nevndu feløgum v.m., eiga atvinnukommunumar so stóran part, sum lutfalsliga svarar til fólkatalið í atvinnu- kommununum við endan av tí roknskapar- skeiði, sum liggur til grund fyri álíkningini. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd, og er galdandi fyri álíkningina fyri inntøku- árið 1997 og framyvir. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 176 30. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meir- virðisgjald við seinni broytingum verða gjørdar hes- ar broytingar: 1) í § 3, stk. 1, litra b verður eftir »feløgum,« sett: »herímillum Føroya Jarðagmnni,«. 2) f § 12, stk. 1, litra k verður 2. pkt. orðað soleiðis: »Fiskireiðskapur, sjóklæði, agn, ísur, olja, provi- antur, salt, pakkitilfar, kassaleiga, havnagjøld og uppboðssøluavgjøld til fiskifør, sum reka vinnu- ligan fiskiskap, harumframt søla av kvotum, fiskidøgum og -loyvum.«. 3) f § 12, stk. 1 verður eftir litra k sett: »1. Lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði. m. Reseptskyldugan heilivág til fólk. n. Útleigu av festum og tilhoyrandi ognum hjá Føroya Jarðaráði. §2. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.