Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Page 24
496
Nr. 177 30. desember
Løgtingslóg
um
broyting í lóg um almenna forsorg og løgtingslóg um ískoytisveiting til forsorgarstuðul
vegna tørvandi arbeiði
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
Henda lóg er givin út sambært »Lov nr. 315 af 17.
maj 1995 om sociale ydelser pá Færøeme«.
§2.
í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 fyri Føroyar um al-
menna forsorg smb. lógarkunngerð nr. 100 frá
02.03.1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt
við lóg nr. 76 ffá 23. mai 1997,'verða gjørdar hesar
broytingar:
1) I § 9, stk. 1 verður aftaná »ophør af samlivet
med ægtefælle« sett: »væntandi arbeiðsmøgu-
leikar«.
2) í § 9, stk. 2 verður sum 4. pkt. sett: »Tó kann
samlaði stuðulin, ið verður útgoldin persónum í
samband við væntandi arbeiðsmøguleikar, ikki
verða hægri enn hægsta útgjaldið frá ALS og um
viðkomandi ikki hevur aðrar inntøkur.«
3) I § 9 verður stk. 3 tikið av, og stk. 4 verður stk.
3, og í stk. 3, seinastu reglu, verða orðini »og
stk. 3« strikaði.
4) Sum nýtt § 15, stk. 3 verður sett:
»Stk. 3. Hevur persónur, ávístur av lækna, fingið
uppihald á eftirbataheimi, kann fíggjarligur
stuðul verða veittur.«
5) í § 18, stk 5, 1. pkt. verður aftaná orðini »ydes
støtte til« sett: »heilivág«.
6) I § 18, stk 6 verður aftaná síðsta pkt. sett:
»íroknað reglur um egingjald og nær stuðul til
hjálpitól kann veitast sum lán.«
7) Aftaná § 18 verður sett:
»§ 18a. Játtast kunnu vard størv.vinnuroyndir,
umskúling v.m. til avlamin og onnur, sum av
einhvøiji orsøk eru vorðin avmarkað í sínum
vinnuførleika. Lønarískoytið til vardu størvini
kann veitast.«
§3.
Løgtingslóg nr. 72 frá 10. mai 1994 um ískoytisveit-
ing til forsorgarstuðul vegna tørvandi arbeiði verður
tikin av.
§4.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 178 30. desember
Eykajáttanarlóg
fyri
desember 1997
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 4. Mentan og samskifti o.a.
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Túsund kr. Nettotal Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - -
Inntøkuætlan - -
Løguætlan 8.070 8.070