Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 2
Nr. 31
50
23. apríl
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingsióg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
I løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrá-
setingargjald á motorakførum v.m., sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 20. mai 1996, verða
gjørdar hesar broytingar:
1) § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Tað avgjaldsskylduga virðið á einum mo-
torakfari við allari vanligari útgerð og trygdar-
útgerð, er tollskylduga virðið við innflutning til
landið (CIF-virðið føroyska havn). Landsstýr-
ismaðurin kann áseta reglur um, hvat kemur
undir vanliga útgerð og trygdarútgerð, og at
CIF-virðið kann verða hækkað við peninga-
upphædd, sum svarar til kostnaðin fyri vanliga
útgerð og trygdarútgerð til akfør, um so er, at
akfarið ikki hevur slíka útgerð, tá tað verður
skásett.
Stk. 2. Fyri innflutt akfør, ið hava verið á
goymslu her á landi í meira enn eitt ár, verður
avgjaldsskylduga virðið lækkað við 10% fyri
hvørt byijað ár, tó ongantíð meira enn 30%.
Stk. 3 og 4 verður strikað.
2) § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Persónvognar.
Av avgjaldsskyldugum virði til og við 70.000
kr. er avgjaldið 50%, tó ongantíð minni enn
10.000 kr. Av avgjaldsskyldugum virði uppá
70.000 kr. er avgjaldið 35.000 kr. og 75% av
virðininum yvir 70.000 kr.”
3) § 4, stk. 1-4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Fyri hýru- ella skúlavognar er einki av-
gjald.
Stk. 2. Fyri at skráseta akfar sum hýru- ella
skúlavogn, krevst loyvi ffá Toll- og Skattstovu
Føroya.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð
áseta nærri reglur um koyrdar kilometrar,
kravda minstu inntøku av koyring, umskráset-
ing, førslu av koyribók, kravda nýtslu av taksa-
metri o.a., sum skjalprógv fyri, at akfarið
verður nýtt sum hýru- ella skúlavognur.
Stk. 4. Verður hýru- ella skúlavognur skrásettur
sum persónvognur áðrenn 4 ár (48 mánaðir)
eru gingin frá skrásetingini sum hýru- ella
skúlavognur, verður skrásetingargjald fyri
persónvognar goldið, sbr. § 3, lutfalsliga svar-
andi til tíðina, sum restar teir 48 mánaðimar.”
4) § 5 verður orðað soleiðis:
”§ 5. Fyri vøruvognar av skapi og merki sum
persónvognar er avgjaldið 30% av avgjalds-
skylduga virðinum.
Stk. 2. Verður vøruvognur umskrásettur til
persónvogn, skal munurin á virðisgjaldinum
latast landskassanum. Fyri vøruvogn skrásettur
longur enn 8 ár aftur verður einki skrásetingar-
gjald at gjalda við umskráseting.”
5) § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Einki avgjald er á bussum til 10 fólk ella
fleiri, føraran íroknaðan.”
6) § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Einki avgjald er á dragivognum (traktor-
um) til leguvognar.”
7) § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Fyri last- og vøruvognar, dumparar og
leguvognar er avgjaldið 15% av avgjaldsskyld-
uga virðinum fyri akfør við totalvekt upp á
3.500 kg. og undir. Hava akførini eina totalvekt
yvir 3.500 kg., verður einki avgjald latið.”
8) § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Einki avgjald á avlamisvognum.”
9) § 10 verður orðað soleiðis:
“§ 10. Einki avgjald á neyðsendarakføram og
líkvognum.”
10) § 11 verður orðað soleiðis:
“§ 11. Fyri motorsúkklur við motorstødd á 50
cm3 og undir er avgjaldið 15% av avgjalds-
skylduga virðinum. Fyri motorsúkklur við
motorstødd yvir 50 cm! er avgjaldið 125% av
avgjaldskylduga virðinum.”
11) § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Fyri kampingvognar er avgjaldið 45%
av avgjaldskylduga virðinum.”
12) § 13 verður orðað soleiðis:
“§ 13. Einki avgjald á viðfestivognum við
sløkkiútgerð.”
13) § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Einki avgjald á øðrum viðfestivognum.”
14) § 15 verður orðað soleiðis:
“§ 15. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrá-
sett í útlandi í minni enn 1 ár, er avgjaldsgrand-
arlagið 90% av einum meinlíkum nýggjum ak-
fari.
Stk. 2. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrá-
sett í útlandi úr 1 til 5 ár, er avgjaldsgrandar-
lagið 70% av einum meinlíkum nýggjum ak-
fari.
Stk. 3. Fyri akfar, ið hevur verið endaliga skrá-
sett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjalds-
grundarlagið 50% av einum meinlíkum nýggj-
um akfari.”
15) § 18, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Avgjaldsgrundarlagið kann ongantíð
vera lægri enn 30% av einum meinlíkum
nýggjum akfari.”