Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 3
Umprent
51
16) § 21 verður orðað soleiðis:
“§ 21. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja
skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin
nýtir sum avgjaldsgrundarlag.”
17) í § 22, stk. 3 verður “Tollvaldið” strikað, og í
staðin verður sett: “Toll- og Skattstova Før-
oya.”
18) “§ 25 verður orðað soleiðis:
§ 25. Við sekt verður tann revsaður, sum við
vilja ella av grovum ósketni:
1) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar at
nýta til avgjaldseftirlit hjá Toll- og Skatt-
stovu Føroya.
2) Brýtur § 22.
3) Brúkar eitt skrásetingarskyldugt akfar, sum
er frítikið ella lutvíst frítikið fyri avgjald á
ein hátt, sum ikki er í samsvari við treytimar
fyri frítøku eftir tí greinini, sum heimilaði
frítøkuni.
Stk. 2. í fyriskipanum sambært hesi lóg kann
revsing við sekt áleggjast tí, sum við vilja ella
av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskip-
anunum.
Stk. 3. Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum
við vilja fyri at sleppa sær undan at gjalda av-
gjald til landskassan, verður revsaður við sekt,
hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 4. Er eitt lógarbrot framt av einum felag,
einum sjálvsognarstovni, einum gmnni ella tí-
líkum, kann sektakrábyrgd verða áløgd tí løg-
frøðiliga persóninum sum so. Er lógarbrotið
framt av landinum, einari kommunu ella einum
kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgd
verða áløgd landinum, kommununi ella tí
kommunala felagsskapinum.”
19) § 26 verður orðað soleiðis:
“§ 26 verður orðað soleiðis:
“§ 26. Verður lógarbrotið mett ikki at hava
harðari revsing við sær enn sekt, kann Toll- og
Skattstova Føroya kunna viðkomandi um, at
málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um
hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og
váttar seg til reiðar innan fyri eina ásetta freist
at gjalda eina sekt.
Stk. 2. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í
stk. 1, verða reglumar í rættargangslógini um
innihald av ákæmriti í løgreglumálum brúktar.
Stk. 3. Verður sektin goldin rættstundis, ella
verður hon sambært avgerð innheintað ella av-
sitin, verður ikki hildið fram við rættarsókn. Tá
mál um lógarbrot eftir § 25 verða løgd fyri
rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál.
Rættarráðini í rættargangslógini kapittul 72 og
73 kunnu brúkast í sama mun sum í ríkis-
advokatmálum.”
20) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu
innan 4 vikur kærast til Tollkærunevndina.
Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi,
kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”
21) § 28 verður strikað.
§2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður