Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 6
Nr. 34
54
23. apríl
Løgtingslóg
um
ítróttarvedding v.m.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Knpittul 1
Um Sp/f Itróttarvedding
§ 1. Sp/f Itróttarvedding er stovnsett av landsstýri-
num, Itróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdóms-
ráð og hevur til endamáls at fyriskipa veddingar og
talspøl, serliga í samband við ítróttarrkappingar.
§ 2. Innskotspeningurin skal verða minst kr.
100.000,-. Av samlaða innskotspeninginum teknar
landsstýrið 20%, Itróttarsamband Føroya 50% og
Føroya Ungdómsráð 30%.
§ 3. Reglumar í smápartafelagslógini eru galdandi
fyri smápartafelagið í øllum viðurskiftum felagsins
við hesum undantøkum:
1) Felagið skal verða stjómað av eini 5- ella 7-
mannanevnd, ið skipar seg sjálv.
2) Samtykt felagsins ella broyting í samtykt felags-
ins skal verða góðkend av landsstýrinum áðrenn
hon fær gildi.
3) Samsýningar til nevndarlimir og lønir til stjóra
og starvsfólk skulu góðkennast av landsstýri-
num.
4) Avlop felagsins skal býtast sbr. reglunum í § 9.
5) Landsstýrið hevur til eina og hvørja tíð heimild
til at krevja allar upplýsingar og øll skjøl frá
Sp/f Itróttarvedding.
Kapittul 2
Um spøl felagsins
§ 4. Landsstýrinum verður heimilað at geva Sp/f
Itróttarvedding loyvi til at skipa fyri veddingum og
talspølum.
Stk. 2. Loyvi verður veitt undir hesum treytum:
1) Av peninginum, sum spælt verður fyri, skulu
50% nýtast sum vinningur til vinnarar.
2) Loyvið er bert galdandi fyri í mesta lagi 5 ár frá
loyvi sdegnum.
3) í loyvinum skal neyvt verða tilskilað hvørji spøl
loyvi verður veitt til.
Stk. 3. Landsstýrinum er hammframt heimilað at
seta aðrar treytir fyri loyvinum.
§ 5. Sp/f Itróttarvedding kann við góðkenning lands-
stýrisins áseta nærri treytir fyri tey í § 4 nevndu
spøl, eitt nú um framleiðslu av úrslitum, ið em
neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum.
§ 6. Sp/f ítróttarvedding kann gera avtalu við vedd-
ingarfelag í einum av norðurlondunum um at spøl
hjá hesum felagnum verða boðin út í Føroyum, und-
ir hesum treytum:
1) Góðkenning landsstýrisins krevst til søluna.
2) Veddingarfelagið skal vera undir almennum eft-
irliti í viðkomandi norðurlandi.
3) Avtalan kann í mesta lagi verða galdandi fyri tað
tíðarskeið loyvið hjá Sp/f Itróttarvedding er
galdandi sbr. § 4 stk. 2 2)
Stk. 2. I slíkum fømm em reglumar fyri hvussu stór-
ur partur av peninginum, sum veddað verður fyri
skal nýtast sum vinningur til vinnarar, og treytimar
annars sbr. § 4 og § 5 ikki galdandi, men fylgja teim
vanligu reglunum í tí landi avtalan er gjørd við. Fyri
tey spøl, sum sambært sáttmála millum Sp/f ftróttar-
vedding og Dansk Tipstjeneste (DT), em sett á stovn
í Føroyum, verða reglumar í ríkislóg ”om visse spil,
lotterier og væddemál” nyttar.
§ 7. Landsstýrið skipar fyri neyðugum eftirliti við
virkseminum og roknskapinum hjá Sp/f ítróttar-
vedding sbr. § 4 stk. 1.
Stk. 2. í førum, har P/f ítróttarvedding avhendar
rættindi síni til veddingarfelag í einum av hinum
norðurlondunum sbr. § 6, stk. 1, samstarvar eftirlitið
við eftirlitini í hinum norðurlondunum.
Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin kann krevja tær upplýs-
ingar, ið neyðgar em til tess at kunna útinna eftirlit-
ið.
§ 8. Verður brot framt á ásetingamar í hesi lóg, ella
á reglur ella treytir settar sambært lógini, kann eftir-
litsmyndugleikin áleggja nevndini, stjóra ella grann-
skoðara at fáa viðurskiftini í samsvar við galdandi
reglur og treytir.
Stk. 2. Um so er, at álvarslig brot, ella brot upp í
saman, verða gjørd á hesa løgtingslóg, ella fyriskip-
anir ella treytir givnar sbr. lógini kann loyvi sbr. § 4
takast aftur av landsstýrinum.
Kapittul 3
Um avlop felagsins
§ 9. Arliga avlopið hjá Sp/f ítróttarvedding verður,
aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir
roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og
stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:
60% verða nýtt til ítróttarendamál hjá ÍSF 20% til
bama- og ungdómsendamál hjá F.U.R og 20 %
verður latin landsstýrismanninum í skúla- og menta-
málum at stuðla ymiskum bama- og ungdómsar-
beiði.
Stk. 2. Sp/f ftróttarvedding kann draga frá í skatt-
skyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært 1.
stk.