Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 6
Nr. 34 54 23. apríl Løgtingslóg um ítróttarvedding v.m. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Knpittul 1 Um Sp/f Itróttarvedding § 1. Sp/f Itróttarvedding er stovnsett av landsstýri- num, Itróttarsambandi Føroya og Føroya Ungdóms- ráð og hevur til endamáls at fyriskipa veddingar og talspøl, serliga í samband við ítróttarrkappingar. § 2. Innskotspeningurin skal verða minst kr. 100.000,-. Av samlaða innskotspeninginum teknar landsstýrið 20%, Itróttarsamband Føroya 50% og Føroya Ungdómsráð 30%. § 3. Reglumar í smápartafelagslógini eru galdandi fyri smápartafelagið í øllum viðurskiftum felagsins við hesum undantøkum: 1) Felagið skal verða stjómað av eini 5- ella 7- mannanevnd, ið skipar seg sjálv. 2) Samtykt felagsins ella broyting í samtykt felags- ins skal verða góðkend av landsstýrinum áðrenn hon fær gildi. 3) Samsýningar til nevndarlimir og lønir til stjóra og starvsfólk skulu góðkennast av landsstýri- num. 4) Avlop felagsins skal býtast sbr. reglunum í § 9. 5) Landsstýrið hevur til eina og hvørja tíð heimild til at krevja allar upplýsingar og øll skjøl frá Sp/f Itróttarvedding. Kapittul 2 Um spøl felagsins § 4. Landsstýrinum verður heimilað at geva Sp/f Itróttarvedding loyvi til at skipa fyri veddingum og talspølum. Stk. 2. Loyvi verður veitt undir hesum treytum: 1) Av peninginum, sum spælt verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar. 2) Loyvið er bert galdandi fyri í mesta lagi 5 ár frá loyvi sdegnum. 3) í loyvinum skal neyvt verða tilskilað hvørji spøl loyvi verður veitt til. Stk. 3. Landsstýrinum er hammframt heimilað at seta aðrar treytir fyri loyvinum. § 5. Sp/f Itróttarvedding kann við góðkenning lands- stýrisins áseta nærri treytir fyri tey í § 4 nevndu spøl, eitt nú um framleiðslu av úrslitum, ið em neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum. § 6. Sp/f ítróttarvedding kann gera avtalu við vedd- ingarfelag í einum av norðurlondunum um at spøl hjá hesum felagnum verða boðin út í Føroyum, und- ir hesum treytum: 1) Góðkenning landsstýrisins krevst til søluna. 2) Veddingarfelagið skal vera undir almennum eft- irliti í viðkomandi norðurlandi. 3) Avtalan kann í mesta lagi verða galdandi fyri tað tíðarskeið loyvið hjá Sp/f Itróttarvedding er galdandi sbr. § 4 stk. 2 2) Stk. 2. I slíkum fømm em reglumar fyri hvussu stór- ur partur av peninginum, sum veddað verður fyri skal nýtast sum vinningur til vinnarar, og treytimar annars sbr. § 4 og § 5 ikki galdandi, men fylgja teim vanligu reglunum í tí landi avtalan er gjørd við. Fyri tey spøl, sum sambært sáttmála millum Sp/f ftróttar- vedding og Dansk Tipstjeneste (DT), em sett á stovn í Føroyum, verða reglumar í ríkislóg ”om visse spil, lotterier og væddemál” nyttar. § 7. Landsstýrið skipar fyri neyðugum eftirliti við virkseminum og roknskapinum hjá Sp/f ítróttar- vedding sbr. § 4 stk. 1. Stk. 2. í førum, har P/f ítróttarvedding avhendar rættindi síni til veddingarfelag í einum av hinum norðurlondunum sbr. § 6, stk. 1, samstarvar eftirlitið við eftirlitini í hinum norðurlondunum. Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin kann krevja tær upplýs- ingar, ið neyðgar em til tess at kunna útinna eftirlit- ið. § 8. Verður brot framt á ásetingamar í hesi lóg, ella á reglur ella treytir settar sambært lógini, kann eftir- litsmyndugleikin áleggja nevndini, stjóra ella grann- skoðara at fáa viðurskiftini í samsvar við galdandi reglur og treytir. Stk. 2. Um so er, at álvarslig brot, ella brot upp í saman, verða gjørd á hesa løgtingslóg, ella fyriskip- anir ella treytir givnar sbr. lógini kann loyvi sbr. § 4 takast aftur av landsstýrinum. Kapittul 3 Um avlop felagsins § 9. Arliga avlopið hjá Sp/f ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál: 60% verða nýtt til ítróttarendamál hjá ÍSF 20% til bama- og ungdómsendamál hjá F.U.R og 20 % verður latin landsstýrismanninum í skúla- og menta- málum at stuðla ymiskum bama- og ungdómsar- beiði. Stk. 2. Sp/f ftróttarvedding kann draga frá í skatt- skyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært 1. stk.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.