Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Síða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Síða 7
55 § 10. Landsgrannskoðarin, og ríkisgrannskoðarin hava eftirlit við, at tann í § 9 nevndi peningurin verður brúktur almannagagnliga, og hava teir í starvi sínum neyðuga lógaheimild at fáa hendur á øllum skjølum fyri at útinna hetta eftirlit. Stk. 2. Um so er, at landsgrannskoðarin ella rikis- grannskoðarin vísa á, at peningur sbr. stk. 1 ikki er nýttur til almanngagnlig endamál, hevur landsstýris- maðurin heimild til við kunngerð at áseta, at tann peningur, sum eftir § 9 skal býtast av ítróttarsam- bandi Føroya og Føroya Ungdómsráð, í staðin verð- ur útbýttur av landsstýrismanninum. Kapittul 4 Ymsar fyriskipanir § 11. Peningurin, sum tilkemur heimastýrinum at býta til almannagagnlig endamál sbr. § 6 A og § 6 I í ríkislóg “om visse spil, lotterier og væddemál”, verður latin Sp/f Itróttarvedding. § 12. Fyriskipan av óheimilaðum spølum, sum fevnd eru av hesi lóg, og fyriskipan sum millummaður við løn fyri luttøku í útlendskum spølum, sum ikki hevur heimild í § 6, verður revsað við sekt, hefti ella fongsli í upp til 6 mánaðir. Stk. 2. Tann, ið tekur lut í ólógligum ella ólógliga fyriskipaðum spølum eftir stk. 1, verður sektaður. § 13. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingsióg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding, sum seinast broytt løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Nr. 35 23. apríl Løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §i í skjalinum til § 3 í løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almanna- veitingum, soleiðis sum tað er orðað við kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verð- ur gjørd henda broyting: Orðini ” Pensjónsviðbót - hjún hvør 11.664,00 ” verða broytt til: “Pensjónsviðbót - hjún hvør 5.832,00” §2 Løgtingslógin fær gildi dagin eftir at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.