Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 7
55
§ 10. Landsgrannskoðarin, og ríkisgrannskoðarin
hava eftirlit við, at tann í § 9 nevndi peningurin
verður brúktur almannagagnliga, og hava teir í starvi
sínum neyðuga lógaheimild at fáa hendur á øllum
skjølum fyri at útinna hetta eftirlit.
Stk. 2. Um so er, at landsgrannskoðarin ella rikis-
grannskoðarin vísa á, at peningur sbr. stk. 1 ikki er
nýttur til almanngagnlig endamál, hevur landsstýris-
maðurin heimild til við kunngerð at áseta, at tann
peningur, sum eftir § 9 skal býtast av ítróttarsam-
bandi Føroya og Føroya Ungdómsráð, í staðin verð-
ur útbýttur av landsstýrismanninum.
Kapittul 4
Ymsar fyriskipanir
§ 11. Peningurin, sum tilkemur heimastýrinum at
býta til almannagagnlig endamál sbr. § 6 A og § 6 I í
ríkislóg “om visse spil, lotterier og væddemál”,
verður latin Sp/f Itróttarvedding.
§ 12. Fyriskipan av óheimilaðum spølum, sum fevnd
eru av hesi lóg, og fyriskipan sum millummaður við
løn fyri luttøku í útlendskum spølum, sum ikki hevur
heimild í § 6, verður revsað við sekt, hefti ella
fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Tann, ið tekur lut í ólógligum ella ólógliga
fyriskipaðum spølum eftir stk. 1, verður sektaður.
§ 13. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingsióg nr. 50 frá
20. mai 1983 um ítróttarvedding, sum seinast broytt
løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Nr. 35
23. apríl
Løgtingslóg
um
áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§i
í skjalinum til § 3 í løgtingslóg nr. 105 frá 29.
desember 1998 um áseting og javning av almanna-
veitingum, soleiðis sum tað er orðað við kunngerð
nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verð-
ur gjørd henda broyting:
Orðini ” Pensjónsviðbót - hjún hvør 11.664,00 ”
verða broytt til:
“Pensjónsviðbót - hjún hvør 5.832,00”
§2
Løgtingslógin fær gildi dagin eftir at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður