Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 8
Nr. 36
56
23. april
Løgtingslóg
um
broyting í lóg um fólkapensjón
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1
í lóg um fólkapensjón, sbr. lovbekendtgørelse nr. 103
af 2. marts 1988 om folkepension, sum seinast broytt
við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, verða gjørd-
ar hesar broytingar:
1) f § 3, stk. 2, verður ”70” broytt til ”67”
2) í § 4, stk. 1, verða orðini ”for personer under 67
ár og efter regleme i § 6 for personer i alderen
67-70 ár, ikke repræsenterer en værdi, der over-
stiger 16.100 kr.” strikað og í staðin sett orðini
”ikki umboðar eitt virði, sum fer upp um frádrátt-
arfríu inntøkuupphæddina soleiðis, sum hon er
ásett við løgtingslógini um áseting og javning av
almannaveitingum ”
3) f § 4, stk. 2, verður aftaná ”gmndbeløb” sett ”og
bíðiviðbót”.
4) § 6 verður strikað
5) í § 17, stk. 2 verður ”70” broytt til ”67”
§2
Henda lóg fær gildi 1. august 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður