Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 9
57 Nr. 37 23. apríl Løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Kvinnuligur løntakari hevur rætt til fráveru frá arbeiði orsakað av graviditeti og bamsburði frá tí degi, at mett verður, at 4 vikur eru eftir til føðingina. Aftaná føðing hava kvinna og maður rætt til fráveru frá arbeiði í íalt 24 vikur. Av hesum eigur pápin rætt til 10 vikur, sum skulu liggja aftaná 14. viku aftaná føðing. Fráverurætturin kann bert nýtast av einum av foreldrunum í senn, Stk. 2. Tær fyrstu 2 vikumar aftaná føðing eigur mamman rætt til frávem. Stk. 3. Pápin hevur tó eisini rætt til at nýta 2 vikur beint aftaná á føðingina ella aftaná, at bamið er komið heim, ella sambært avtalu við arbeiðsgevaran innan tær fyrstu 14 vikumar, uttan mun til regluna í stk. 1. Stk. 4. Liggur bamið á sjúkrahúsi, kann rætturin til frávem sambært. stk. 2 útskjótast. Stk. 5. Løntakari hevur annars rætt til frávem frá ar- beiði í sambandi við graviditet, føðing og ættleiðing fyri somu tíðarskeið, sum løntakari hevur rætt til dagpening við sjúku ella føðing. Stk. 6. Kvinnuligur løntakari hevur rætt til frávem frá arbeiði í sambandi við bamakonukanningar. Stk. 7. Somu reglur em galdandi við ættleiðing við teimum frávikum, hetta nattúrliga hevur við sær. § 2. Tað tíðarskeið, løntakari er burtur úr arbeiði sambært § 1, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð og ávirkar ikki aldursviðbøtur, pensionsrættindi o.o. rættindi ,sum fylgja starvinum. § 3. Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, sum nýtir rættindi síni til fráveru frá arbeiði sambært § 1. § 4. Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til frá- vem sambært § 1, stk. 1, skal innan 8 vikur aftaná føðing boða arbeiðsgevara sínum frá, hvussu hon ætlar at nýta frávemrætt sín, og nær hon byrjar at ar- beiða aftur, eisini skal hon boða frá, um hon ætlar at nýta tíðina samanhangandi ella í pørtum, og hvussu hetta verður gjørt. Stk. 2. Mannligur løntakari, sum nýtir rætt sín til frá- vem við føðing ella aftaná, at bamið er heimkomið, jvbr. § 1, stk. 3, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði. Ætlar hann at nýta rætt sín til frávem, jbr. § I, stk. 1, skal hann í seinasta lagi 8 vikur eftir føðingina boða ar- beiðsgevaranum frá, nær og hvussu leingi hann verður burtur úr arbeiði. Stk. 3. Tey, sum fáa bam við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir. Stk. 4. Um kvinnan nýtir rætt sín sambært § 1, stk. 4, skal hon beinanvegin boða arbeiðsgevara sínum frá hesum. § 5. Henda lóg fær gildi 1. januar 2000. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.