Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Síða 9
57
Nr. 37 23. apríl
Løgtingslóg
um
foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Kvinnuligur løntakari hevur rætt til fráveru frá
arbeiði orsakað av graviditeti og bamsburði frá tí
degi, at mett verður, at 4 vikur eru eftir til føðingina.
Aftaná føðing hava kvinna og maður rætt til fráveru
frá arbeiði í íalt 24 vikur. Av hesum eigur pápin rætt
til 10 vikur, sum skulu liggja aftaná 14. viku aftaná
føðing. Fráverurætturin kann bert nýtast av einum av
foreldrunum í senn,
Stk. 2. Tær fyrstu 2 vikumar aftaná føðing eigur
mamman rætt til frávem.
Stk. 3. Pápin hevur tó eisini rætt til at nýta 2 vikur
beint aftaná á føðingina ella aftaná, at bamið er
komið heim, ella sambært avtalu við arbeiðsgevaran
innan tær fyrstu 14 vikumar, uttan mun til regluna í
stk. 1.
Stk. 4. Liggur bamið á sjúkrahúsi, kann rætturin til
frávem sambært. stk. 2 útskjótast.
Stk. 5. Løntakari hevur annars rætt til frávem frá ar-
beiði í sambandi við graviditet, føðing og ættleiðing
fyri somu tíðarskeið, sum løntakari hevur rætt til
dagpening við sjúku ella føðing.
Stk. 6. Kvinnuligur løntakari hevur rætt til frávem
frá arbeiði í sambandi við bamakonukanningar.
Stk. 7. Somu reglur em galdandi við ættleiðing við
teimum frávikum, hetta nattúrliga hevur við sær.
§ 2. Tað tíðarskeið, løntakari er burtur úr arbeiði
sambært § 1, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð og
ávirkar ikki aldursviðbøtur, pensionsrættindi o.o.
rættindi ,sum fylgja starvinum.
§ 3. Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, sum
nýtir rættindi síni til fráveru frá arbeiði sambært § 1.
§ 4. Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til frá-
vem sambært § 1, stk. 1, skal innan 8 vikur aftaná
føðing boða arbeiðsgevara sínum frá, hvussu hon
ætlar at nýta frávemrætt sín, og nær hon byrjar at ar-
beiða aftur, eisini skal hon boða frá, um hon ætlar at
nýta tíðina samanhangandi ella í pørtum, og hvussu
hetta verður gjørt.
Stk. 2. Mannligur løntakari, sum nýtir rætt sín til frá-
vem við føðing ella aftaná, at bamið er heimkomið,
jvbr. § 1, stk. 3, skal í seinasta lagi 4 vikur
frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær
hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði. Ætlar
hann at nýta rætt sín til frávem, jbr. § I, stk. 1, skal
hann í seinasta lagi 8 vikur eftir føðingina boða ar-
beiðsgevaranum frá, nær og hvussu leingi hann
verður burtur úr arbeiði.
Stk. 3. Tey, sum fáa bam við ættleiðing, skulu við
fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir.
Stk. 4. Um kvinnan nýtir rætt sín sambært § 1, stk. 4,
skal hon beinanvegin boða arbeiðsgevara sínum frá
hesum.
§ 5. Henda lóg fær gildi 1. januar 2000.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður