Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 11
Nr. 40
59
23. apríl
Løgtingslóg
um
djóralæknavirksemi v.m.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Djóralceknavirksemi
§ 1. Djóralæknavirksemi er:
1) At taka sjúkuavgerðir um dýr, ella um sýnið av
dýrum, og at gera kanningar í tí sambandi.
2) At gera skurð- og aðrar pínuvaldandi viðgerðir
av dýrum.
3) At seta í verk fulla ella staðbundna doyving av
dýrum.
4) At gera kviðkanningar, taka út sáð, egg, og em-
bryonir, ísáða og seta upp gitin egg, gera flegu-
broytingar og aðra viðgerð í sambandi við nør-
ing hjá dýrum. Loyvi til at gera flegubroytingar
ella til at gera royndir við flegubroytingum kann
ikki gevast, fyrrenn serstøk lóggáva fyri hetta
økið er sett í gildi.
5) At taka dýr í viðgerð fyri sjúku, sum kemur und-
ir galdandi lóggávu um smittandi sjúkur hjá dýr-
um.
6) At taka dýr í viðgerð fyri aðra sjúku, har ið
veterinert innlit er ein fortreyt.
7) At taka dýr í viðgerð við nýtslu av forskrifta-
skyldigum heilivági, herundir serum og kopping-
arevni.
8) At reka djóralæknastovur og djórasjúkrahús.
9) At reka veterinerar starvsstovur.
10) At útinna veterinert matvøru- og slátureftirlit.
11) At geva veterinerar váttanir og ummæli um
heilsustøðuna hjá dýrum og úrdráttum av dýra-
uppruna.
12) At útinna annað virksemi, har ið djóralæknaút-
búgving er av stórum týdningi.
Løggilding av djóralæknum
§ 2. Rætt til at útinna djóralæknavirksemi í Føroyum
og bera heitið djóralækni hevur einans tann, ið er
løggildur sum djóralækni av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Um djóralæknavirksemi verður rikið sum
vinnufelag, skulu eigararnir, ábyrgdarhavandi leið-
ari, og onnur við sjálvstøðugum arbeiðsøki, vera løg-
gild eftir §§ 3 ella 6
Stk. 3. Landsstýrismaðurin almannakunnger nøvn á
teimum, ið verða løggild eftir §§ 3 ella 6, ella góð-
kend eftir § 7.
§ 3. Løggilding sum djóralækni verður veitt eftir
umsókn til persónar, sum hava fingið djóralækna-
prógv á fróðskaparsetursstøði í Norðurlondum.
Stk. 2. Løggilding kann somuleiðis veitast persóni,
ið hevur staðið djóralæknaprógv á fróðskaparssetur-
støði uttan fyri Norðurlond. Løggildingin kann tá
verða treytað av, at umsøkjari hevur fingið útbúgv-
ing í ávísum lærugreinum á fróðskaparligum støði í
einum av Norðurlondunum. Við løggildingini kunnu
fylgja avmarkingar í rættinum hjá honum at útinna
djóralæknavirksemi. Eisini kann løggildingin verða
tíðaravmarkað.
Stk. 3. Tann, ið verður løggildur sum djóralækni,
skal duga føroyskt ella eitt av hesum málum: danskt,
íslendskt, norskt ella svenskt, og geva djóralækna-
lyftið, sum er orðað av landsstýrismanninum.
Stk. 4. Djóralækni, sum er 70 ár, skal á hvørjum ári
søkja um at fáa løggildingina longda, um hann fram-
haldandi ætlar at virka sum djóralækni.
§ 4. Landsstýrismaðurin kann sýta einum djóralækna
løggilding, um so er, at hann má haldast at vera
óegnaður at útinna djóralæknavirksemi vegna var-
andi ella við millumbilum tvørrandi sálarjavnvág
ella tvørrandi andsførleika, um so hetta er av sinnis-
sjúku, øðrum sálarligum veikleika, misnýtslu av
alkoholi, øðrum rúsandi evnum ella líknandi. Slík
mál skulu leggjast fyri landslæknan til ummælis.
Løggildingin kann harafturat sýtast undir teimum í
revsilógini § 78, stk. 2 nevndu umstøðum.
§ 5. Ein djóralækni kann ikki uttan serligt loyvi
nevna seg serfrøðing. Landsstýrismaðurin kann geva
eitt slflct loyvi eftir tilmæli frá landsdjóralæknanum
og norðurlendskari serfrøðinganevnd á viðkomandi
fakøki, ella frá norðurlendskum djóralæknafrøðilig-
um fróðskaparsetrum.
Stk. 2. Akademisk heiti, sum eru fingin við altjóða
viðurkend fróðskaparsetur, kunnu verða nýtt av
djóralæknum, um skjalprógv fyri hesum er lagt fyri
landsdjóralæknan, og hesi akademisku heiti ikki
kunna mistakast fyri serfrøðingaheiti.
Avmarkað løggilding av persónum við aðratri
náttúru vísindaligari útbúgving
§ 6. Eftir umsókn kann ein persónur við øðrum nátt-
úruvísindaligum læruprógvi enn djóralæknaprógvi
frá fróðskaparsetri, sum er altjóða viðurkent, verða
løggildur av landsstýrismanninum at útinna avmark-
að virksemi, sum annars einans kann útinnast av
djóralæknum.
Stk. 2. Treytin fyri at fáa avmarkaða løggilding er, at
umsøkjari hevur útbúgving á avarðandi fakøki, sum
er á minst sama støði, sum djóralæknaútbúgving.
Stk. 3. Avmarkaða løggildingin verður latin ella sýtt
eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løggilding
av djóralæknum.
Stk. 4. í løggildingini verða ásettar tær neyvaru treyt-
imar fyri rættindunum hjá viðkomandi at útinna
virksemi.
Stk. 5. Persónar við avmarkaðari løggilding kunnu
ikki nýta starvsheiti, sum kunnu mistakast fyri djóra-
lækna ella veteriner.