Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 12
Góðkenning av persónum við aðrari útbúgving § 7. Persónar, sum við vinnuendamáli geva veitingar fyri onnur innan serrøkt, kynbótaarbeiði, sjúkufyri- byrging, matvøru- og slátureftirlit, skulu góðkennast av landstýrismanninum. Stk. 2. Persónar, sum av og á og undir ábyrgd og eft- ir leiðbeining djóralækna geva tær í stk. 1 nevndu veitingar, nýtast ikki at verða góðkendir. Stk. 3. Ikki er loyvt persónum, sum ikki eru góð- kendir eftir hesari lóg at nýta starvsheiti, sum kunnu geva ta fatan, at avvarðandi eru góðkendir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari krøv til útbúgving og útinnan av virksemi hjá teimum í stk. 1 umrøddu persónum. Skyldur djóralæknanna § 8. Ein djóralækni hevur skyldu at sýna nærlagni og at vera samvitskufullur við útinnan av virksemi sín- um. Stk. 2. Ein djóralækni skal røkja sín fakliga førleika og kunnleika og tryggja dygdina á sínum tænastu- veitingum samsvarandi almennum fakligum og siða- lagsligum reglum. § 9. Ein djóralækni skal grunda sína klinisku sjúku- avgerð á starvsstovukanning, tá henda kann vera av týdningi fyri røttu viðgerðina, ella kann sanna ella avsanna illgruna um smittandi sjúku, ið er fevnd av lóggávuni um smittandi sjúku hjá dýrum. Stk. 2. Fær ein djóralækni illgruna um, at eitt dýr er rakt av sjúku, sum kemur undir lóggávuna um smitt- andi sjúkur hjá dýrum, skal hann alt fyri eitt boða landsdjóralæknanum frá hesum. § 10. Ein djóralækni skal av sínum eintingum kunna dýraeigara ella tann, sum hevur eitt dýr í hondum, um kanning, sjúkuavgerð, hóskandi viðgerðarmøgu- leikar, útlit ella vánir, eins og um møguligar ampar og hjáárin við ella av kanning og viðgerð av dýri- num. Stk. 2. Stendst skaði ella óhapp í sambandi við kann- ing ella viðgerð av dýrinum, skal djóralæknin kunna dýraeigaran ella tann, sum hevur dýrið í hondum, um hetta. § 11. Ein djóralækni hevur skyldu til eftir umbøn at veita bráðfeingishjálp til neyðstatt dýr, har ið bráð- feingishjálp má roknast at vera neyðug. Hevur djóra- læknin lógligt forfall, er hann frítikin fyri umrøddu skyldu, og skal, um aðrir djóralæknar eru tøkir, vísa til teirra. Stk. 2. Eitt neyðstatt dýr er: 1) illa meitt dýr, og dýr við burðartami, 2) dýr við sjúku, ið krevur bráða viðgerð við atliti til tess lekidóm ella vælferð, og har viðgerðin krevur djóralæknakunnleika, 3) dýr, ið hevur fingið, ella er undir illgruna at hava fingið smittandi sjúku, ið er fevnd av lóggávuni um smittandi sjúkur hjá dýrum. Stk. 3. Um ein djóralækni metir at eitt neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 1 og 2, kann flytast uttan at tess støða gerst verri av tí grund, kann hann krevja, at dýrið verður flutt til djóralæknastovu. Stk. 4. Um ein djóralækni, vegna veður ella truplar ferðamøguleikar, ikki kann fara til eitt neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 1 og 2, hevur hann skyldu til at veita dýraeigaranum neyðuga leiðbeining og hjálp á annan hátt. Stk. 5. Neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 3, skal altíð skjótast gjørligt vitjast av djóralæknanum í tí dýrahaldinum, har dýrið ella dýrini eru. § 12. Djóralækni hevur skyldu til 1) at kunna landsdjóralæknan um bústað sín, 2) at taka á seg veterinert arbeiði innan sítt vanliga virkisøki, sum liður í almennari niðurberjing av smittandi sjúkum hjá dýrum, 3) at taka á seg øll sløg av veterinerum arbeiði, tá týdningarmiklar samfelagsligar grundir eru fyri tí, 4) eftir kravi at lata landsdjóralæknanum frágreið- ingar og fráboðanir við tí endamáli at staðfesta ella berja niður sjúkur hjá dýrum, 5) at geva landsdjóralæknanum upplýsingar um viðurskifti í sambandi við útinnan av djóra- læknavirksemi, 6) at byggja sínar frágreiðingar, ummæli og váttanir á gjølligar kanningar og skrásetingar, 7) at varðveita sjúkradagbøkur og onnur skjøl í sambandi við útinnan av djóralæknavirksemi í minsta lagi í 5 ár. § 13. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri, í hvørjum vavi og á hvønn hátt djóralæknar skulu skráseta partar av virksemi sínum við atliti til fráboðanar- og meldiskyldu teirra. Stk. 2. Landstýrismaðurin kann krevja ella seta for- boð fyri, at djóralækni ger brúk av ávísari tøkni, framferðarhátti, hjálparamboðum og heilivági til sjúkuavgerð, fyribyrgjan og viðgerð av sjúku hjá dýri, tá hetta verður gjørt við atliti til at tryggja væl- ferð dýranna, at fremja niðurberjing av sjúku hjá dýri, ella at forða fyri heilsuvanda í matvøru, sum er av dýrauppruna. § 14. Ein djóralækni hevur tagnarskyldu um privat og rakstrarlig viðurskifti, sum hann fær kunnleika um í sambandi við útinning av djóralæknavirksemi. Stk. 2. Tagnarskyldan er tó ikki galdandi mótvegis avvarðandi almenna myndugleika fyri brot á lóggáv- una um heilivág, sjúkur og vælferð hjá dýrum, eins og matvørulóggávuna. Stk. 3. Tagnarskyldan er heldur ikki galdandi mót- vegis landsdjóralæknanum í tann mun viðurskiftini viðvíkja lógarøki, ið landsdjóralæknin fyrisitur. § 15. Ein djóralækni má ikki reka, vera starvsettur hjá ella hava fíggjarlig áhugamál í øðrum virki ella

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.