Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 13
uinprem
61
fyritøku, sum ger, at ivi kann vera um gegni hansara
sum djóralækni í mun til dýraeigaran.
Stk. 2. Ein djóralækni má ikki reka, vera starvsettur
hjá ella hava fíggjariig áhugamál í apotekaravirki
ella øðrum virki, sum framleiðir, selir ella marknað-
arførir heilivág, sum er tilskilaður apoteksverkinum
burturav.
Stk. 3. Ein djóralækni kann ikki taka ímóti samsýn-
ing ella øðrum gjaldi frá teimum í stk. 1 og 2 nevndu
virkjum og fyritøkum, uttan so at hetta frammanund-
an er góðkent av landsdjóralæknanum.
Stk. 4. Landsdjóralæknin kann eftir umsókn geva
undantaksloyvi frá stk. 1.
§ 16. Ein djóralækni skal tekna trygging móti møgu-
ligari endurgjaldsábyrgd í sambandi við útinning av
djóralæknavirksemi.
Stk. 2. Tryggingin skal eisini fevna um ta ábyrgd,
sum liggur á starvsfólki hjá djóralækna, tá ið tey ar-
beiða undir hansara ábyrgd.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta eina minstu
tryggingarupphædd.
Stk. 4. Djóralæknar, ið eru starvssettir hjá tí almenna,
koma ikki undir ásetingina í stk. 1.
§ 17. Persónar við avmarkaðari løggilding eftir § 6
ella við góðkenning eftir § 7 hava somu skyldu inn-
an teirra løggildingar- ella góðkenningarøki, sum
djóralæknar hava.
Fyriskriving og úflýgging av forskriftaskyldugum
heilivági til dýr
§ 18. Viðgerð av dýrum við forskriftaskyldigum
heilivági, kann einans fara fram eftir forskrift frá
djóralækna. Einans djóralæknar og apotek kunnu
útflýggja forskriftaskyldugan heilivág til viðgerð av
dýrum.
Stk. 2. Forskriftaskyldugur heilivágur í hesi lóg er at
skilja sum forskriftaskyldugur heilivágur, ið er um-
fataður av lóg um apoteksverkið og heilivág.
§ 19. Ein djóralækni kann einans fyriskriva for-
skriftaskyldugan heilivág til viðgerð av dýri, tá ið
hann sjálvur hevur tikið avgerð um viðgerðina.
Stk. 2. Avgerðin skal verða tikin av djóralæknanum
1) eftir eina fakliga fullgóða kliniska kanning av dýri
ella eftir kanning av heilsustøðuni í dýrahald-
inum, sum djóralæknin sjálvur hevur gjørt, ella
2) eftir at hava skorið upp deytt dýr, kannað tilfar
frá dýri, ella fingið tilfarið kannað á einari av al-
mennum myndugleika viðurkendari starvsstovu.
Stk. 3. I teimum í Stk. 2 nr. 1 nevndu førum, kann
djóralækni fyriskriva og útflýggja neyðugan heilivág
til viðgerð av dýrum ella til fyribyrging av sjúku í
dýrahaldinum.
Stk. 4. í teimum í stk. 2, nr. 2 nevndu førum kann
djóralæknin fyriskriva neyðugan heilivág, men út-
flýggingin skal vera frá apoteki ella frá apoteksins
neyðgoymslu av heilivági.
§ 20. Hóast ásetingamar í § 19 kann ein djóralækni
fyriskriva forskriftaskyldugan heilivág:
1) eftir at hava kannað sjúkueyðkenni og - gongd
hjá dýrunum saman við eigaranum ella tí, sum
hevur dýrini í hondum, ella
2) eftir at hava kannað tørvin á forskriftaskyldugum
heilivági til fyribyrgjandi viðgerð av dýrum sam-
an við eigaranum ella tí, sum hevur dýrini í
hondum, ella
3) eftir at hava kannað tørvin fyri, at dýraeigarin
ella tann, sum sum hevur dýrini í hondum, hevur
tøkan forskriftaskyldugan heilivág til viðgerð av
dýrum.
Stk. 2. Heilivágur, ið verður fyriskrivaður eftir stk. 1,
skal verða útflýggjaður frá apoteki ella frá apoteks-
ins neyðgoymslu av heilivági. Tað er ein fortreyt, at
djóralæknin hevur slíkan kunnleika til heilsustøðuna
í dýrahaldinum og til dýraeigaran ella tann, sum hev-
ur dýrini í hondum, ella til heilsustøðuna sum heild
hjá ávísum dýraslag í ávísum øki, at tað er ráðiligt at
taka avgerðina á hesum grundarlag.
§ 21. Tá djóralækni fyriskrivar ella útflýggjar for-
skriftaskyldugan heilivág, skal hann veita nágreini-
liga leiðbeining um, hvussu heilivágurin skal goym-
ast og brúkast, herímillum um afturhaldstíðarskeið
aftaná nýtslu av heilivági.
§ 22. Um so er, at landsdjóralæknin heldur tað vera
ynskiligt, at eftirlit verður hildið við djóralæknafyri-
skriving av rúsandi evnum, kann landsdjóralæknin
áleggja djóralækna at gera gjølligar átekningar um
hesar fyriskrivingar, herundir um tíð, slag og nøgd,
dýraslag, navn og bústað eigarans, eins og grundgev-
ing fyri fyriskrivingini, og at senda hesar átekningar
til landsdjóralæknan eftir nærri ávfsing haðani.
§ 23. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við
heilsuætlanir áseta aðrar reglar fyri fyriskriving og
útflýgging av forskriftaskyldugum heilivági til dýr,
hagapartar og líknandi eindir av dýrum.
Afturtøka av løggilding og rættindum
§ 24. Er orsøk at halda, at ein djóralækni ikki fram-
haldandi kann útinna sítt virksemi á fullgóðan hátt
vegna varandi ella við millumbilum tvørrandi sálar-
javnvág ella tvørrandi andsførleika, um so hetta er
av sinnissjúku, øðrum sálarligum veikleika, mis
nýtslu av alkoholi, øðrum rúsandi evnum ella líkn
andi, kann løggildingin verða tikin aftur. Somuleiðis
kann løggildingin verða tikin aftur vegna sýndan
grovan ódugnaskap, ella um djóralækni hevur gjørt
seg sekan í viðurskiftum, sum nevnd eru í revsilógini
§ 78 stk. 2.
Stk. 2. Undir samsvarandi treytum, sum nevndar eru
í stk. 1, kann løggilding hjá djóralækna verða skerd
við afturtøku av
I) rættinum at útinna sjálvstøðugt virksemi sum
praksisdjóralækni.