Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 14
Umprent
62
2) rættinum at útinna alment virksemi í sambandi
við niðurberjing av sjúku hjá dýrum,
3) rættinum at fyriskriva og útflýggja forskrifta-
skyldugan heilivág,
4) rættinum at fyriskriva og útflýggja rúsandi evni,
ella
5) einum ella fleiri av teimum í § 1 nevndu rættind-
um.
Stk. 3. Afturtøka av løggilding ella rættindum eftir
stk. 1 og 2 kann vera tíðaravmarkað ella varandi.
§ 25. Mál um afturtøku av løggilding ella rættindum
hjá djóralækna vegna tvørrandi sálarjavnvág ella
tvørrandi andsførleika, skal leggjast fyri landslækn-
an til ummælis,
Stk. 2. Avgerð um at taka aftur løggilding ella rætt-
indi, kann leggjast fyri rættin innan eina freist upp á
4 vikur eftir, at avgerðin er fráboða viðkomandi, og
skal hetta vera upplýst í avgerðini.
Stk. 3. Krevur avvarðandi djóralækni, at málið skal
fyri rættin, reisir landsstýrismaðurin sakarmál móti
avvarðandi djóralækna eftir borgarligu rættargangs-
reglunum.
Stk. 4. Krav um sakarmálsviðgerð steðgar afturtøk-
uni; men dómstólurin kann við úrskurði gera av, at
avvarðandi djóralækni undir sakarmálsviðgerðini
ikki kann gera nýtslu av umrøddu løggilding ella
rættindum. Um avgerð, ið er tikin av landsstýris-
manninum, fær viðhald við dóminum, kann tað í
dóminum verða avgjørt, at kæra ikki setir steðg.
§ 26. Ein djóralækni kann hjá landsstýrismanninum
fráskriva sær løggilding sína, ella rættin til at fyri-
skriva rúsandi evni. Fráskrivingin kann vera tíðarav-
markað ella varandi.
§ 27. Er løggilding ella rættindi afturtikin smb. §§
24-25 við tíðaravmarking, kunnu hesi fáast aftur eft-
ir umsókn, tá ið ásetta tíðarskeiðið er farið. Umsókn-
in verður viðgjørd eftir ásetingunum í §§ 2-4.
Stk. 2. Løggilding ella rættindi, sum ein djóralækni
hevur fráskrivað sær smb. § 26, verða latin viðkom-
andi aftur, tá ásetta tíðarskeiðið fyri fráskrivingina er
runnið, og annars eftir fráboðan til landstýrismannin.
§ 28. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding eftir
§ 6 ella aðrari góðkenning eftir § 7 galda somu regl-
ur fyri afturtøku, fráskriving og endurveiting av rætt-
indum, sum fyri djóralæknar.
Sáttmálar, samsýning og gjald fyri djóralæknahjálp
§ 29. Sum samsýning fyri sína veiting kann ein
djóralækni ikki taka meira, enn hóskiligt er eftir slag
og vavi av veitingini. Sum gjald fyri flutning og
nytta tíð í sambandi við flutning kann ikki verða
tikið meira, enn hóskiligt er.
Stk. 2. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding ella
góðkenning eftir § 6 og § 7 galda somu reglur, sum
fyri djóralæknar.
§ 30. Landsstýrismaðurin kann eftií samráð við
djóralæknar áseta samsýning fyri djóralæknatænastu
í sambandi við almenna niðurberjing av smittandi
sjúku hjá dýrum, og í sambandi við aðrar almennar
uppgávur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmála við
djóralæknar, um eina skipan fyri veitan av djóra-
læknahjálp kring landið, og um gjald fyri slíka skipan.
Aðrar ásetingar
§ 31. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um góð-
kenning og um rakstur av djóralæknastovum og
veterinerum starvsstovum.
§ 32. Heimildir, ið landsstýrismaðurin hevur eftir §§
2-7, 13, 16, 23, og §§ 24-31, kann hann lata til annan
myndugleika.
§ 33. Landstýrismaðurin kann seta eitt djóralækna-
frøðiligt ráð til at vera ráðgevi í veterinermedisinsk-
um málum, málum í sambandi við hesa lóg og øðr-
um málum í sambandi við djóralæknavirksemi.
Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virksem-
inum hjá ráðnum.
§ 34. Brot á § 2, stk. 1, § 5, § 8, stk. 1, § 9, stk. 2, §
10, § 11, stk. 1, § 12, nr. 2, 3, 5 og 6, § 14, stk. 1, §
15, stk. 1-3, § 16, § 18, stk. 1, § 19, § 20 og § 21
verður revsað við sekt.
Stk. 2. Tann, sum letur vera við at geva upplýsingar,
ið eru kravdar eftir § 12, nr. 4-5, verður revsaður við
sekt. Gevur hann rangar ella villleiðandi upplýsing-
ar, verður hann revsaður við sekt, um ikki harðari
revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu. Somuleiðis
verður tann revsaður, sum letur vera við at fylgja
boðum eftir § 22.
Stk. 3. I fyriskipanum, ið verða givnar við heimild í
hesi lóg, kann verða ásett, at brot á fyriskipanimar
kunnu verða revsað við sekt.
Stk. 4. Verður brotið framt av partafelag, smáparta-
felag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt
verða revsað við sekt.
§ 35. Persónar, sum hava fingið djóralæknaprógv á
fróðskaparseturstøði í norðurlondum, og sum virka
sum djóralæknar í Føroyum, tá ið hendan lóg verður
sett í gildi, kunnu framhaldandi virka sum djóra-
læknar í 6 mánaðar eftir, at lógin er sett í gildi, uttan
at vera løggildir. Eftir hetta tíðarskeið kunnu bert
persónar, ið eru løggildir eftir §§3-5 virka sum
djóralæknar.
Stk.2. Sama er galdandi fyri persónar sum eftir lóg-
ini skulu løggildast eftir § 6 ella góðkennast eftir § 7.
§ 36. Henda lóg kemur í gildi hin 1. juni 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður