Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 15
Nr. 41 63 23. aprfl Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar) Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni og hava eftirlit við henni. § 2. Útbúgvingin skal verða støði undir framhald- andi yrkisútbúgving, undir vfðari tøkniligari útbúgv- ing og undir hægri tøkniligari próvtøku. Útbúgvingin kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi. Stk. 2. Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgv- ingin eitt ár, og verður hon skipað samsvarandi teim- um krøvum, sum ásett eru í løgtingslóg um yrkisút- búgvingar. Stk. 3. Sum støði undir víðari tøkniligari útbúgving varir útbúgvingin tvey ár, og verður hon skipað sam- svarandi teimum krøvum, sum eru ásett til tær við- komandi útbúgvingamar. Stk. 4. Sum støði undir hægri tøkniligari próvtøku verður útbúgvingin skipað sum eitt støðisár og sam- skipað við undirvísingina til hægri tøkniliga próv- tøku. § 3. Útbúgvingin skal sum ein samanhangandi heild eisini miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyriskipanarligar, málslig- ar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøknilig- ar og tænastuligar førleikar. Við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnu- lívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi. § 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd útbúgving eftir hesi lóg. Stk. 2. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum. Stk. 3. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálv- lesandi og í íjarlestri. § 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, sbr. løgtingslóg um yrkis- útbúgvingar, gjølligari reglur um útbúgvingina. Kapittul 2 Upptøka § 6. Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella sum hevur í minsta lagi samsvar- andi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp í útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjar- in er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð. Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær und- irvísingarbreytir, sum skúlin hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til. Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávfsar lærugreinir ella ávísa eyka- undirvísing. Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum verður tikin upp eftir § 4. Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møgulig- an mun, at skikkaðir næmingar sbr. stk. I kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina. Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku í 1. støðisárið og 2. støðisárið ella partar av útbúgvingini. § 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir inn á, treytað av at skúlin hevur rúmd. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti av næmingum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri á- leggja skúla at seta útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst tal av næmingum. Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini § 8. Støðisútbúgvingin innan tøkni fevnir um yrkis- lærugreinir, grundlærugreinir og vallærugreinir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at undirvíst verður í øðrum lærugreinum. Stk. 3. Yrkislærugreinir, grundlærugreinir og val- lærugreinir skulu í fyrra støðisárinum vanliga hava ávikavist fimm, fýra og tríggjar tólvtapartar av saml- aða tímatalinum í einum skúlaári. Stk. 4. í seinna støðisárinum kunnu yrkislærugreinir og vallærugreinir verða havdar ístaðin fyri grund- lærugreinir. Stk. 5. Yrkislærugreinir skulu miða ímóti at menna tann fakliga førleikan, ið sermerkir ávísa útbúgving ella útbúgvingarbólk. Stk. 6. Grundlærugreinir skulu miða ímóti at stuðla tann yrkisliga partin. Stk. 7. Vallærugreinir skulu miða ímóti at nøkta áhugamál næmingsins og at nøkta krøvini fyri upp- tøku í framhaldandi útbúgving. § 9. Landsstýrismaður ásetir eftir ummæli frá yrkisút- búgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, reglur um, hvørjar yrkislærugreinar og grundlæru- greinar, sbr. § 8, stk. 3 og 4, skulu verða tengdar at tí

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.