Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 16
64 ávísu útbúgvingargreinini ella ávísa útbúgvingarbólk- inum. Stk. 2. Skúlin ger av, hvørjar vællærugreinar verða bodnar út. § 10. Skúlin kann, tá talan er um evnisundirvísing, víkja frá tímabýttu lærugreinaundirvísingini. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti. §11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskj- um næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara. Stk. 2. Serundirvísing og annar semámsfrøðiligur stuðul kann verða givin næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgv- ingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýris- maðurin ásetir. Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetir. § 12. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrk- isútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um innihaldið í yrkislærugreinum, grundlærugreinum og vallærugreinum um tímatalið og á hvørjum stigi, tær kunnu takast smb. §§ 8 og 9. Kapittul 4 Próvtøka § 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan tøkni endar við próvtøku. § 14. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um próvtøku, herí- millum royndir og metingar í einum skúlaári, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvdøming, próvtøl og um- mæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í próvnum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini. Kapittul 6 Lærarar § 17. Læraramir skulu hava dagførdan fakligan og námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum og teimum stigum, teir verða settir til. Stk. 2. Lærarar, sum undirvísa í lærugreinum á gymnasialum stigi, skulu hava eina hóskandi útbúgv- ing frá hægri lærustovni. Stk. 3. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir regl- um, ið verða ásettar av landsstýrismanninum. Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu før- leikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleika- krøv, herímillum um útbúgving og praktiskar roynd- ir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein. Kapittul 7 Næmingaskyldur § 18. Næmingamir hava møtiskyldu, skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar uppgávur og skyldu at ganga eftir innanhýsisreglum og lestrarreglum skúl- ans. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti. Kapittul 8 Kærur § 19. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðilig- um málum og kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunn- gjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismannin- um. Kapittul 5 Fígging § 15. Landskassin rindar rakstrarútreiðslumar av góðkendari undirvísing. Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um áseting- amar í stk. 1 og 2. § 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingamar. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjøld fyri stakgreinalestur, sjálvlesandi og fjarlesandi í sam- bandi við undirvísing og próvtøku. Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar. Kapittul 9 Aðrar ásetingar § 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum. § 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum fømm víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi. Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgv- ing sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt. § 22. Skúli skal hava næmingamar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongd- ini.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.