Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Page 16
64
ávísu útbúgvingargreinini ella ávísa útbúgvingarbólk-
inum.
Stk. 2. Skúlin ger av, hvørjar vællærugreinar verða
bodnar út.
§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnisundirvísing,
víkja frá tímabýttu lærugreinaundirvísingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tey í stk.
1 nevndu viðurskifti.
§11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskj-
um næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og
áhuga hansara.
Stk. 2. Serundirvísing og annar semámsfrøðiligur
stuðul kann verða givin næmingi, sum hevur tað fyri
neyðini, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgv-
ingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýris-
maðurin ásetir.
Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu
fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð,
kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum
um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetir.
§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrk-
isútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi
yrkisnevnd, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar,
gjølligari reglur um innihaldið í yrkislærugreinum,
grundlærugreinum og vallærugreinum um tímatalið
og á hvørjum stigi, tær kunnu takast smb. §§ 8 og 9.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan tøkni
endar við próvtøku.
§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá
yrkisútbúgvingarráðnum reglur um próvtøku, herí-
millum royndir og metingar í einum skúlaári, krøv og
próvtøkuuppgevingar, próvdøming, próvtøl og um-
mæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu
stigunum og onnur avrik telja við í próvnum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at
taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 6
Lærarar
§ 17. Læraramir skulu hava dagførdan fakligan og
námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at
undirvísa í teimum lærugreinum og teimum stigum,
teir verða settir til.
Stk. 2. Lærarar, sum undirvísa í lærugreinum á
gymnasialum stigi, skulu hava eina hóskandi útbúgv-
ing frá hægri lærustovni.
Stk. 3. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast
starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir regl-
um, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu før-
leikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleika-
krøv, herímillum um útbúgving og praktiskar roynd-
ir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr.
stk. 3.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera
undantak frá ásetingunum í hesi grein.
Kapittul 7
Næmingaskyldur
§ 18. Næmingamir hava møtiskyldu, skyldu at lata
inn allar kravdar skrivligar uppgávur og skyldu at
ganga eftir innanhýsisreglum og lestrarreglum skúl-
ans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í
stk. 1 nevndu viðurskifti.
Kapittul 8
Kærur
§ 19. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðilig-
um málum og kæra um avgerðir tiknar í sambandi
við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali,
kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunn-
gjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin
eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismannin-
um.
Kapittul 5
Fígging
§ 15. Landskassin rindar rakstrarútreiðslumar av
góðkendari undirvísing.
Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar-
og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av
lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um áseting-
amar í stk. 1 og 2.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingamar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjøld fyri
stakgreinalestur, sjálvlesandi og fjarlesandi í sam-
bandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur
og annað undirvísingartilfar.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum
boð í námsfrøðiligum málum.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum fømm
víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar-
og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki
skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgv-
ing sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um
rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.
§ 22. Skúli skal hava næmingamar tryggjaðar móti
skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongd-
ini.