Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 18
Nr.42 23. apríl Løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving) Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri hægri tøkniliga próvtøku og hava eftirlit við henni. § 2. Útbúgvingin til hægri tøkniliga próvtøku verður skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi útbúgving afturat. Stk. 2. í støðisárinum verður undirvísingin framd eft- ir lógini um støðisútbúgving innan tøkni. Stk. 3. Hægri tøknilig próvtøka er ein almennandi og yrkisgymnasial útbúgving, ið veitir næmingunum støði undir hægri framhaldslestri og innlit í viður- skifti vinnulívsins. Stk. 4. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyrisitingarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar, og við støði í føroyskum máli og føroysk- ari mentan skal HT-útbúgvingin leggja serligan dent á, at næmingamir skilja vinnulívskorini bæði í heim- ligum og altjóða høpi. § 3. Hægri tøknilig próvtøka kann skipast sum sjálv- lestur, fjarlestur og stakgreinalestur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um hesi við- urskifti. § 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýris- maðurin hevur góðkent. Kapittul 2 Upptøka § 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan tøkni, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp til 2 ára framhald- andi útbúgvingina til hægri tøkniliga próvtøku, sbr. § 2, stk. 1, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð. Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing. § 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2, verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3. § 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í útbúgv- ingina eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýris- manninum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næm- ingum, sum ikki lúka treytimar f § 5, stk. 1 ella 2. § 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann ynskir, treytað at skúlin hevur rúmd. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum. Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini § 9. Hægri tøknilig próvtøka fevnir um lærugreinir úr eini tøkniligari gymnasialari læmgreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetir reglur um, herímillum um innihaldið í læmgreinunum og um hvar í útbúgving- ini, lærugreinimar koma fyri, og við hvørjum pults- tímatali um árið, og um møguligar lærugreinir úr øðmm gymnasialum útbúgvingum. Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar læm- greinir úr tí tøkniligu gymnasialu læmgreinarøðini og ein triðingur er vallæmgreinir. Stk. 3. Lærugreinimar í tí tøkniligu gymnasialu læm- greinarøðini em skipaðar í fleiri stigum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar læmgreinir og vallæmgreinir til eina samlaða hægri tøkniliga próvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi hava tvær vallærugreinir á hægsta stigi (A-stigi). § 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing. Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undir- vísing ella semámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgv- ingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýris- maðurin ásetir. Kapittul 4 Próvtøka § 11. Undirvísingin til hægri tøkniliga próvtøku end- ar við próvtøku. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri tøkniliga próvtøku, herímillum um krøv og próv- tøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.