Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 19
67
Kapittul 5
Námsfrøðilig leiðsla
§ 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismannin-
um ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismann-
inum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum í
skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir við-
víkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av
næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum
boð í námsfrøðiligum málum.
Kapittul 6
Lærarar
§ 13. Lærari skal hava prógv frá tøkniligum háskúla,
universiteti ella frá øðrum hægri lærustovni.
Stk. 2. Lærari skal, í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast
starv, hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir regl-
um, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu før-
leikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleika-
krøv, herímillum um útbúgving og praktiskar roynd-
ir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr.
stk. 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera
undantak frá ásetingunum í hesari grein.
Kapittul 7
Kærur
§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðilig-
um málum, og kæra um avgerðir tiknar í sambandi
við próvtøku, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at
avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri
landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av
landsstýrismanninum.
Kapittul 8
Fígging
§ 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstr-
arstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sbr. § 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til
royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, út-
búgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri
stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við
undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og
annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at
taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 17. Næmingamir hava møtiskyldu og skyldu at lata
inn alt kravt avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tey í
stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum fømm
víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar-
og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki
skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgv-
ing sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei held-
ur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.
§ 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti
skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongd-
ini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer
løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkni-
liga útbúgving við seinni broytingum úr gildi.
Stk. 3. Reglumar í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai
1993 við seinni broytingum em tó galdandi fyri
næmingar, sum em byrjaðir útbúgving til hægri
tøkniliga próvtøku áðrenn 1. august 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður