Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Page 20

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Page 20
68 Nr. 43 23. apríl Løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving) Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri hægri handilspróvtøku og hava eftirlit við henni. § 2. Útbúgvingin til hægri handilspróvtøku verður skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi útbúgving afturat. Stk. 2. I støðisárinum verður undirvísingin framd eft- ir lóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, hand- ils- og skrivstovuøkið. Stk. 3. Hægri handilspróvtøka er ein yrkisgymnasial útbúgving, ið bæði veitir næminginum støði undir hægri framhaldslestri, og sum eisini gevur næming- inum betri møguleika at starvast í privatari/almenn- ari vinnu. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at geva næminginum persónligar, samfelagsligar, bú- skaparligar, fyrisitingarligar, mentunarligar, sam- skiftisligar, kunningatøkniligar og tænastuligar før- leikar, og við serligum støði í føroyskum máli og mentan skal hægri handilspróvtøka leggja serligan dent á, at næmingurin skilur vinnulívskorini og kor- ini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og al- tjóða høpi. § 3. Hægri handilspróvtøka kann skipast sum sjálv- lestur, fjarlestur, stakgreinalestur og sum eitt 1 ára skeið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesi viðurskifti. § 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýris- maðurin hevur góðkent. Kapittul 2 Upptøka § 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir um- sókn verða tikin upp til ta 2 ára framhaldandi út- búgvingina til hægri handilspróvtøku, sbr. § 2, stk. I, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka út- búgvingina til ásetta tíð. Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing. § 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2, verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3. § 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í út- búgvingina og ásetir nærri reglur um hetta. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næm- ingum, sum ikki lúka treytimar í § 5, stk. 1 ella 2. § 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann ynskir, treytað av at skúlin hevur rúmd. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum. Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini § 9. Hægri handilspróvtøka fevnir um lærugreinir úr eini handilsgymnasialari lærugreinarøð, sum lands- stýrismaðurin ásetir nærri reglur um, herímillum um innihaldið í læmgreinunum og um hvar í útbúgving- ini, læmgreinimar koma fyri, og við hvørjum puls- tímatali um árið, og um møguligar læmgreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum. Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini em kravdar læm- greinir úr tí handilsgymnasialu læmgreinarøðini og ein triðingur er vallærugreinir. Stk. 3. Læmgreinimar í tí handilsgymnasialu læm- greinarøðini em skipaðar í fleiri stigum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar læmgreinir og vallæmgreinir til eina samlaða hægri handilspróvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi hava tvær vallæmgreinir á hægsta stigi (A-stigi). § 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing. Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undir- vísing ella semámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgv- ingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýris- maðurin ásetir. Kapittul 4 Próvtøka § 11. Undirvísingin til hægri handilspróvtøku endar við próvtøku. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri handilspróvtøku, herímillum um krøv og próvtøku-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.