Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Síða 20
68
Nr. 43 23. apríl
Løgtingslóg
um
hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa
fyri hægri handilspróvtøku og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin til hægri handilspróvtøku verður
skipað sum eitt støðisár við eini 2 ára framhaldandi
útbúgving afturat.
Stk. 2. I støðisárinum verður undirvísingin framd eft-
ir lóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, hand-
ils- og skrivstovuøkið.
Stk. 3. Hægri handilspróvtøka er ein yrkisgymnasial
útbúgving, ið bæði veitir næminginum støði undir
hægri framhaldslestri, og sum eisini gevur næming-
inum betri møguleika at starvast í privatari/almenn-
ari vinnu. Útbúgvingin skal sum heild miða ímóti at
geva næminginum persónligar, samfelagsligar, bú-
skaparligar, fyrisitingarligar, mentunarligar, sam-
skiftisligar, kunningatøkniligar og tænastuligar før-
leikar, og við serligum støði í føroyskum máli og
mentan skal hægri handilspróvtøka leggja serligan
dent á, at næmingurin skilur vinnulívskorini og kor-
ini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og al-
tjóða høpi.
§ 3. Hægri handilspróvtøka kann skipast sum sjálv-
lestur, fjarlestur, stakgreinalestur og sum eitt 1 ára
skeið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um
hesi viðurskifti.
§ 4. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýris-
maðurin hevur góðkent.
Kapittul 2
Upptøka
§ 5. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan
fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, ella sum
hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir um-
sókn verða tikin upp til ta 2 ára framhaldandi út-
búgvingina til hægri handilspróvtøku, sbr. § 2, stk. I,
um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at
fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka út-
búgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin
krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir á
ávísum lærugreinastigi ella ávísa eykaundirvísing.
§ 6. Somu treytir, sum eru ásettar í § 5, stk. 1 og 2,
verða settar næmingi, sum verður tikin upp eftir § 3.
§ 7. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir
næmingar, sbr. § 5, stk. 1, verða tiknir upp í út-
búgvingina og ásetir nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku
og upptøkukrøv og um treytir fyri upptøku av næm-
ingum, sum ikki lúka treytimar í § 5, stk. 1 ella 2.
§ 8. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, hann
ynskir, treytað av at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um
upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av
næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 9. Hægri handilspróvtøka fevnir um lærugreinir úr
eini handilsgymnasialari lærugreinarøð, sum lands-
stýrismaðurin ásetir nærri reglur um, herímillum um
innihaldið í læmgreinunum og um hvar í útbúgving-
ini, læmgreinimar koma fyri, og við hvørjum puls-
tímatali um árið, og um møguligar læmgreinir úr
øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið
tveir triðingar av undirvísingini em kravdar læm-
greinir úr tí handilsgymnasialu læmgreinarøðini og
ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Læmgreinimar í tí handilsgymnasialu læm-
greinarøðini em skipaðar í fleiri stigum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kravdar
læmgreinir og vallæmgreinir til eina samlaða hægri
handilspróvtøku, tó skal næmingurin í minsta lagi
hava tvær vallæmgreinir á hægsta stigi (A-stigi).
§ 10. Næmingi við serligum fakligum tørvi kann
verða bjóðað avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undir-
vísing ella semámsfrøðiligan stuðul eftir reglum,
sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu
fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð,
verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um
sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgv-
ingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýris-
maðurin ásetir.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 11. Undirvísingin til hægri handilspróvtøku endar
við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri hægri
handilspróvtøku, herímillum um krøv og próvtøku-