Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 21
69
uppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet
og eftirmeting.
Kapittul 5
Námsfrøðilig leiðsla
§ 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismannin-
um ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismann-
inum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á
skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir við-
víkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av
næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum
boð í námsfrøðiligum málum.
Kapittul 6
Lærarar
§ 13. Lærari skal hava prógv frá handilsháskúla, uni-
versiteti ella frá øðrum hægri lærustovni.
Stk. 2. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast
starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku, eftir regl-
um, ið verða ásettar av landsstýrismaðurin.
Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu før-
leikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleika-
krøv, herímillum um útbúgving og praktiskar roynd-
ir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr.
stk. 3
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera
undantak frá ásetingunum í hesi grein.
Kapittul 7
Kærur
§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðilig-
um málum og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi
við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali,
kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunn-
gjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin
eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismannin-
um.
Kapittul 8
Fígging
§ 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrar-
stuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sambært § 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til
royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, út-
búgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri
stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við
unđirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og
annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um
gjald fyri Ijóstøk til nýtslu í undirvísingini.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 17. Næmingurin hevur møtiskyldu og skyldu at lata
inn alt kravt avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur
um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum
víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar-
og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki
minka um møguleikar næmingsins at nýta sína út-
búgving sum støði undir hægri framhalđslestri, og ei
heldur um rættindi hansara í øðrum førum.
§ 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti
skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongd-
ini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2000.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer
løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri hand-
ilsútbúgvingar við seinni broytingum úr gildi.
Stk.3. Reglumar í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai
1993 við seinni broytingum em tó galdandi fyri
næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri
handilspróvtøku áðrenn 1. august 2000.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður